Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ólóglig frávera

Ólóglig frávera verður vanliga mett at vera mishald av tænastuni. Tað kann hava við sær starvsrættarligar avleiðingar, í ringasta føri burturvísing.

Sjúkrafrávera, barsilsfarloyvi, rætturin at søkja annað arbeiði í uppsagnartíð, feria o.a. eru dømi um lógligt forfall. At vera burtur frá arbeiði uttan lógliga grund kann hinvegin vera álvarsamt, og tí mugu starvsfólk ansa væl eftir at tey ikki koma sær í eina støðu, har tey eru burtur frá arbeiðinum uttan lógliga grund.

Ólóglig frávera ´udeblivelse´ er umrødd í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 835 ff. og í Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.6

Við ólógliga fráveru verður í hesum sambandi hugsað um, at starvsfólkið ikki møtir til tíðina, fer frá arbeiðsplássinum og verður burtur í longri ella styttri tíð, uttan at hetta kemur undir lógligt forfall.

Gerast skal ein ítøkilig og individuell meting av hvussu álvarsom tann ólógliga fráveran er. Myndugleikin skal altíð kanna eftir hví starvsfólkið er burtur, og um tað kunnu vera góðar grundir til tess. Í metingini av, hvussu ávarsom ólógliga fráveran er, kann dentur t.d. verða lagdur á

  • um starvsfólkið uttan drál hevur roynt at siga frá fráveruni
  • um starvsfólkið áður hevur verið ólógliga burtur ella er komið ov seint og hevur fingið ávaring fyri hettar
  • hvønn týdning fráveran hevur fyri at røkja starvið og loysa uppgávurnar
  • starvsaldurin hjá starvsfólkinum

Er rættstundis uppmøting ein greið og avgjørd fyritreyt fyri starvinum, kann ólóglig frávera eftir einari ítøkiligari meting føra til burturvísing. Burturvísing kann eisini koma upp á tal, tá ið starvsfólkið áður hevur fingið ávaring fyri ólógliga fráveru ella vánaliga uppmøting og kortini brýtur sínar skyldur og ikki bara smávegis.

At gera styttri ørindi í arbeiðstíð er vanliga eingin trupulleiki, um ikki starvsfólkið er staðiliga ávarað ímóti hesum. Starvsfólk skulu hinvegin ansa eftir ikki at rýma av arbeiðsplássinum í illsinni t.d. eftir onkra ósemju á arbeiðsplássinum. Tað kann enda við, at tey verða burturvíst. Tel upp í 10 og ring kanska til Starvsfelagið og spyr teg til ráðs, heldur enn at taka nøkur óráð fyri.

Verða starvsfólk burtur í fleiri dagar ella longri tíð uttan lógliga grund og fráboðan av nøkrum slag, kann tað hava starvsrættarligar avleiðingar við sær, í ringasta føri burturvísing.