Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Brot á dekorumregluna

Tað er eitt krav, at almenn starvsfólk sýna viðiligan og sømiligan atburð, bæði í og uttanfyri tænastuna. Hetta verður nevnt dekorumreglan.

Tignarkravið, sum reglan eisini verður kallað, er ásett í § 9, stk. 1 í tænastumannalógini:

Tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir.”

Reglan er eisini galdandi fyri sáttmálasett starvsfólk.

Dekorum er umrøtt í Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 328 ff. og s. 473, Forvaltnings personellet, Karsten Revsbech, 2012, s. 38 ff. og Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.6.7

Álvarsemið í dekorumkravinum valdast umstøðurnar og hvat fyri slag av starvi talan er um. Krøvini til ein prest t.d. eru størri enn til nógv onnur almenn starvsfólk, og krøvini til leiðarar eru størri enn til vanlig starvsfólk. Her má ein ítøkilig meting gerast. Dekorumkravið er flótandi ella dynamisk. Tað broytist við tíðini og galdandi morali í samfelagnum.

Uppsøgn grundað á dekorum verður ofta framd í sambandi við, at tann setti hevur gjørt okkurt revsivert. Dekorumkravið kann tó eisini verða brotið, hóast gerðin ikki er revsiverd.

Tá ið setanarmyndugleikin fær kunnleika um revsiverd viðurskifti hjá einum starvsfólki, skal myndugleikin gera eina ítøkiliga meting út frá upplýsingunum í málinum, um grund er til at fara undir eina uppsagnartilgongd.