Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tá starvsfólkið er grundin

Í hesum partinum kanst tú lesa um nakrar av teimum mest vanligu orsøkunum, tá ið starvsfólk verður sagt úr starvi, og grundin er viðurskifti hjá starvsfólkinum sjálvum. Hetta eru grundir, sum kunnu vera sakligar uppsagnargrundir.

Í uppsagnarmálum skal altíð verða gjørd ein ítøkilig og individuell meting. Í pørtunum um uppsøgn skal vera saklig og grundgeving, hoyring og innlit kanst tú lesa um tey almennu krøvini, sum skulu vera uppfylt í uppsagnarmálum, t.d. kravið um, at uppsøgn skal vera saklig, fyrisitingarligar meginreglur, ið skulu vera hildnar, og formligu handfaringina av uppsagnarmálum, hoyring, grundgeving o.s.fr. Víst verður tí av og á til hendan partin í limahandbókini.