Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tá ið valið stendur millum fleiri

Noyðist eitt alment arbeiðspláss at siga fólk úr starvi, má leiðslan hugsa um, hvussu arbeiðsplássið í framtíðini best fær røkt sínar uppgávur. Tí skulu øll starvsfólk verða mett við tí fyri eyga at varðveita tey best skikkaðu.

Detta uppgávur burtur, merkir tað ikki av sær sjálvum, at júst tey, sum hava havt hesar uppgávur, skulu verða søgd úr starvi. Verður spart, uttan at uppgávur falla burtur, kann tað hava við sær, at starvsfólk við ávísum uppgávum verða søgd úr starvi, og at onnur taka uppgávurnar á seg. Starvsfólk, sum eru í farloyvi, eru hvørki betur ella verri stillað enn onnur viðvíkjandi slíkum uppsagnum.

vegleiðingina um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, pkt. 3.4

Setanarmyndugleikin ger av, hvør verður sagdur upp. Tað er ein partur av leiðslurættinum. Uppsagnir skulu tó altíð vera sakliga grundaðar, t.v.s., at bæði grundin til uppsøgnina og tann fyrisitingarliga metingin, sum myndugleikin ger, skulu vera sakligar.

Tilgongdin má vera væl skipað

Í vegleiðingini um uppsøgn leggur Fíggjarmálaráðið dent á, at tað er umráðandi, at tilgongdin at velja út er væl skipað. Hetta kann vera lagað eftir, hvussu stórt arbeiðsplássið er. Aðalráðið skjýtur upp, at tilgongdin kann verða skipað á hendan hátt, tá ið valið stendur millum fleiri, og kanska fleiri skulu sigast úr starvi:

  • Atlit verða vald: Leiðslan setur upp, hvørji atlit (metingarstøði) dentur skal verða lagdur á, tá ið støða verður tikin til, hvør skal sigast úr starvi.
  • Deildarleiðarar innstilla: Leiðararnir kenna síni starvsfólk. Við støði í valdu kriteriunum og við atliti at uppgávunum hjá stovninum metir leiðarin gjølla um hvørt einstakt starvsfólk. Leiðararnir gera síðan innstilling um, hvat av teirra starvsfólkum eigur at verða sagt úr starvi. Instillingin eigur at vera skrivlig fyri at tryggja haldbæri í argumentunum og fyri at skjalfesta málið.
  • Tvørgangandi meting: Samlaða leiðslan tekur støðu til innstillingarnar. Starvsfólkini verða tá mett í einum breiðari høpi enn bert starvsfólkini á deildini, har tey starvast. Aðrir leiðarar, sum eisini kenna starvsfólkini, kunnu siga sína hugsan.
  • Starvsfólkadeildin innstillar: Við grundarlagi í tvørgangandi metingunum ger starvsfólkadeildin (ella ein serlig nevnd) innstilling til leiðsluna um, hvør skal sigast úr starvi.
  • Ovasta leiðslan ger av: Tann, sum hevur uppsagnarheimildina (vanliga stjórin), ger við støði í innstillingini av, hvør skal fáa ætlanarskriv um uppsøgn.