Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sakligar grundir og kriteriur

Tá ið ein almennur setanarmyndugleiki skal fremja uppsagnir grundað á t.d. sparingar ella bygnaðarbroytingar, hevur myndugleikin skyldu til at varðveita tey starvsfólkini, sum út frá eini heildarmeting verða mett at vera best skikkað. Løgtingsins umboðsmaður hevur staðfest, at hendan meting skal gerast við støði í, hvørji starvsfólk myndugleikin frægast kann vera uttan, sæð í mun til tær uppgávurnar, sum arbeiðsplássið frameftir skal røkja. Metingin skal verða skjalfest.

LUM, J.Nr. 28/201100024/28

Tá ið mett verður, hvørji starvsfólk eru best skikkað, verður mett ítøkiliga og einsæris um førleikarnar hjá starvsfólkunum eftir tørvinum á stovninum. Á hesum grundarlagi verður mett um, hvønn stovnurin best kann vera fyriuttan.

Tá ið uppsagnir standast av viðurskiftum á arbeiðsplássinum, skulu lógir og reglur haldast, les meira um uppsøgn skal vera saklig. Nevnast kunnu fyrisitingarlógin, starvsmannalógin, javnstøðulógin og vanligar fyrisitingarligar meginreglur, so sum líkareglan og markreglan, t.d. møguleikin at flyta starvsfólk í annað starv heldur enn at siga starvsfólkið úr starvi.

Metingin av einum starvsfólki kann m.a. fevna um hesi atlit:

  • fakligar førleikar
  • uppgávurøkt
  • persónligar førleikar

Hettar er ikki nakar endaligur listi yvir saklig metingaratlit. Alt eftir umstøðunum kunnu onnur atlit vera saklig eisini.

Sí Personale Administrativ Vejledning, PAV 31.6.8, leiðandi dóm á økinum U2007.537H “Ambassadudómurin”, LUM, J.Nr. 28/201100024/28 (uppsagnir í Uttanríkisráðnum) og dómur úr Eystara Landsrætti frá 18. Juni 2015, Føroya Landsstýri móti Starvsmannafelagnum (sama mál sum LUM-málið).

Viðvíkjandi fakligum førleikum kann tað t.d. vera viðkomandi at hyggja at:

  • útbúgving
  • skeiðum
  • viðkomandi arbeiðsroyndum
  • røkt av møguligum serfrøðingauppgávum
  • fakligum smidleika

Viðvíkjandi uppgávurøktini, kann tað t.d. vera viðkomandi at hyggja at:

  • dygd
  • skjótleika
  • dugnaskapi

Viðvíkjandi persónligu førleikunum er t.d. viðkomandi at hyggja at:

  • arbeiðshugi og nærlagni hjá tí setta
  • hvussu smidligur
  • hvussu fúsur at laga seg
  • hvussu góð samstarvsevni
  • hvussu álítandi og støðugur
  • øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í starvinum

Harumframt kann vera viðkomandi at hava viðurskifti sum hesi við í metingini:

  • aldur
  • starvsaldur
  • onnur saklig viðurskifti

Eisini í uppsagnarmálum, har uppsøgn er grundað á viðurskifti á arbeiðsplássinum er forboð fyri at seta meting undir reglu. Tað merkir, at ikki er loyvt at siga upp eftir føstum reglum, sum t.d. at tey, sum hava verið stytst á arbeiðsplássinum, eru yngst ella elst, ella tey, sum eru í farloyvi, skulu sigast úr starvi.

Gerast skal ein heildarmeting, og í mun til einstaka starvsfólkið skal gerast ein ítøkilig og einsæris meting. Hetta er alt fyri at tryggja, at arbeiðsmegin við bestu møguleikum at loysa framtíðar uppgávurnar á arbeiðsplássinum verður varðveitt, tá ið eingin annar útvegur er enn at siga fólk úr starvi.