Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Aðrir mátar at spara

Áðrenn fólk verða søgd úr starvi, eigur stovnurin at kanna, um til ber at minka lønarútreiðslurnar á annan hátt. Sambært vegleiðingi hjá Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn kann hetta t.d. vera gjørt við:

  • natúrligari fráfaring
  • eldrapolitikki
  • parttíðarstørvum
  • at minka um yvirtíð og eykaarbeiði, avspákan heldur enn útgjald
  • at meta um starvsfólkahópin av nýggjum og ikki seta yvirkvalifiserað fólk
  • at flyta starvsfólk innanhýsis og millum stovnar

Omanfyrinevnda tilmæli er í góðum samsvari við fyrisitingarligu markregluna, sum inniber, at myndugleikin altíð skal velja tað minst víðgongda inntrivið í starvsfólkamálum. Uppsøgn (og burturvísing) av starvsfólki eru mest víðgongdu inntriv.

Falla arbeiðsuppgávur burtur, kann arbeiðsgevarin hava skyldu til at bjóða starvsfólki annað arbeiði, um tað er møguligt. Dómsvenja stuðlar undir, at hetta, serliga ger seg galdandi viðvíkjandi starvsfólkunum, sum hava langan starvsaldur, hava arbeitt væl og verið dugnalig og smidlig. Ein serstøk skylda er eisini viðvíkjandi fólkum, sum, í sambandi við at tey fyrr hava verið flutt, hava luttikið í eftirútbúgving o.t. og í verki hava sýnt evni og vilja at átaka sær nýggjar arbeiðsuppgávur.

Usaglig afskedigelse, Rønnov Bruun, s. 129 ff. Den Danske Arbejdsret, Hasselbalch, s. 939 ff. Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 3.1. og 3.2.