Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tá arbeiðsplássið er grundin

Hesin parturin er um støðuna, tá ið starvsfólk verður sagt úr starvi, og uppsagnargrundin er viðurskifti á arbeiðsplássinum.

Skal stovnurin spara, kann tað hava uppsagnir við sær. Missir stovnurin uppgávur og minkar virksemið, kann tað somuleiðis hava uppsagnir við sær. Verða bygnaðarbroytingar, umleggingar og effektiviseringar settar í verk, kann tað hava uppsagnir við sær. Hetta kann alt samalt vera uppsagnargrundir, sum eru sakligar.

Almennu krøvini til uppsagnir

Tá ið uppsagnir orsakað av viðurskiftum á arbeiðsplássinum skulu fremjast, skal arbeiðsplássið eisini meta um, hvør í starvsfólkahópinum skal verða sagdur úr starvi. Í uppsagnartilgondini skal myndugleikin eisini halda fyrisitingarligar meginreglur, sum t.d. markregluna og líkaregluna.

Er uppsagnargrundin t.d. sparing, skal arbeiðsgevarin grundgeva fyri, at neyðugt er at spara, og at uppsøgnin tí er saklig. Haraftrat skal hann vísa á, at tann fyrisitingarliga metingin byggir á sakligar grundir, og at tað sostatt eru tey røttu, sum eru vald út. Ella, sum tað heldur kaldliga eitur í sambandi við uppsøgn: tey, sum stovnurin frægast kann vera uttan.

Ítøkilig og individuell meting

Í uppsagnarmálum skal altíð verða gjørd ein ítøkilig og individuell meting. Í pørtunum um uppsøgn skal vera saklig og grundgeving, hoyring og innlit kanst tú lesa um tey almennu krøvini, sum skulu vera uppfylt í uppsagnarmálum, t.d. um kravið um, at uppsøgn skal vera saklig, um fyrisitingarligar meginreglur, ið skulu vera uppfyltar, og formligu handfaringina av uppsagnarmálum, hoyring, grundgeving o.s.fr.

Aðrar hentar vegleiðingar

Hesin parturin svarar í høvuðsheitum til vegleiðingina um uppsøgn hjá Fíggjarmálaráðnum og vegleiðingina hjá Moderniseringsstyrelsen fyri starvsfólk hjá danska statinum, sum tann føroyska vegleiðingin er gjørd eftir. Hetta ber til av tí, at rættarstøðan á økinum líkist í londunum. Hóast vegleiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum sum so ikki bindur kommunur og kommunalar felagsskapir, so lýsir vegleiðingin rættarstøðuna á almenna økinum sum heild, t.v.s. eisini í kommunum og kommunalum felagsskapum.

Håndbog om afskedigelse, Moderniseringsstyrelsen, dec. 2011.
Uppsøgn vegna viðurskiftini á arbeiðsplássinum eru umrødd í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 726 ff. og Offentlig arbejdsret Emborg og Schaumburg-Müller, s. 473 ff.