Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Vanliga uppsagnartíðin

Fólk, sum ikki eru sett í starv í avmarkað tíðarskeið ella eru royndarsett, hava rætt til uppsagnartíð. Hetta eru tey vanligu størvini, onkuntíð rópt føst størv.

Hesi størvini eru tíðaróavmarkað, og mugu sigast upp, skulu tey enda. Um eitt starv er sett sum tímalønt og eingin avtala er gjørt um, at starvið skal vera avmarka í tíð, er tað eisini fevnt av reglunum um uppsagnartíð.

Fyri starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru uppsagnartíðirnar ásettar í sáttmálunum og í starvsmannalógini, sum er upphavið til reglurnar. Í sáttmálunum fyri tey, ið starvast hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum, eru freistirnar ásettar í § 6, og í sáttmálanum fyri dagrøktararnar í § 4. Í starvsmannalógini standa tær í § 2. Uppsagnartíðirnar í lóg og sáttmálum eru júst tær somu.

Minstakrav: 15 tímar um vikuna

Sambært sáttmálunum koma starvsfólk, sum í miðal hava meira enn 15 tíma arbeiðsviku, undir reglurnar um uppsagnartíð. Um starvsfólkið sambært setanaravtaluni er mánaðarløn ella tímalønt, hevur ongan týdning. Øll, sum lúka tímakravið hava rætt til uppsagnaartíð.

Er tímatalið lægri enn hetta skal ein ítøkilig meting gerast. Limum, sum eru í hesi støðu, verður tí rátt til at biðja felagið um vegleiðing.

Smbrt. § 16 í sáttmálanunum fyri tað almenna og § 17 í sáttmálunum  fyri Posta og FT hava øll starvsfólk í sáttmálaøkjunum, uttan sjómenn, funktionerstatus. Heldur ikki starvsmannalógin ger mun á tímaløntum og øðrum, tá umræður rættin til uppsagnartíð. Sí dóm frá Føroya Rætti 9. febr. 1995 (BS 1178/1994), Almannastovan vs. Grannskoðarastovan, Skála. Dómurin sigur, at arbeiðir starvsfólk helvtina av normal arbeiðsviku, so er tað at rokna sum funktionerur. Fyri okkum í SF eigur 15-tíma markið í sáttmálunum, at vera markið.

Uppsagnartíðin

Hvussu long uppsagnartíðin er, valdast hvussu leingi starvsfólkið hevur verið í starvi ta seinastu samanhangandi setanina. Tess longur starvsfólkið hevur verið á arbeiðsplássinum, tess longri verður uppsagnarfreistin. Tað er tann óavbrotna samanhangandi setanin, sum er útrokningargrundarlagið. Byrjaði setanin við royndarsetan, tíðaravmarkaðum starvi, fyribils starvi ella lærutíð, telja tey við í útrokningargrundarlagnum, tá ið starvsfólkið heldur fram í starvi og arbeiðir út um nevndu tíðarskeið. Alt samalt treytað av, at samlaða setanartíðarskeiðið hevur verið óavbrotið og samanhangandi.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 604

Álitisfólk fáa altíð 3 mánaðir eyka aftrat vanligu uppsagnartíðini, verða tey søgd úr starvi.

Uppsagnartíðirnar:

Starvstíð:                 Uppsagnartíð:           Uppsøgn skal gevast:

0-6 mánaðir               1 mánaður               áðrenn 5 mánaðir eru farnir

6 mánaðir – 3 ár        3 mánaðir                áðrenn 2 ár og 9 mánaðir eru farin

3-6 ár                           4 mánaðir                 áðrenn 5 ár og 8 mánaðir eru farin

6-9 ár                          5 mánaðir                  áðrenn 8 ár og  7 mánaðir eru farin

Meira enn 9 ár           6 mánaðir                eftir at 8 ár og 7 mánaðir eru farin

Álitisfólk                     vanlig uppsagnartíð + 3 mánaðir eyka

Uppsagnartíðin verður altíð roknað frá einum fyrsta í komandi mánaði. Roknað verður í heilum mánaðum, so at starvsfólkið altíð gevst í starvinum tann seinasta í einum mánaði.

Dømi: Eitt starvsfólk við 3 mánaða uppsagnartíð verður sagt úr starvi 31. august. 3 mánaða uppsagnartíðin byrjar at telja dagin eftir, 1. september. Seinastu arbeiðsdagurin er 30. november. Eitt annað starvsfólk, eisini við 3 mánaða uppsagnartíð, verður sagt úr starvi dagin eftir, t.v.s. 1. september. Av tí, at nú er komið inn í nýggjan mánað, byrjar uppsagnartíðin ikki at telja fyrr enn tann fyrsta í komandi mánaði, sum er 1. oktober. Hjá hesum starvsfólkinum verður seinasti arbeiðsdagurin 31. desember.

Tá ið uppsagnartíðin verður ásett, skal eisini sjálv uppsagnartíðin teljast við í tíðarskeiðið, sum uppsagnartíðin verður roknað út frá. Tað merkir, at skal uppsagnartíðin vera 1 mánaði, má uppsøgn verða givin í seinasta lagi, áðrenn tann 5. mánaðurin í starvinum er runnin. Skal uppsagnartíðin vera 3 ár, má uppsøgn verða givin í seinasta lagi, áðrenn 2 ár og 9 mánaðir eru farin, o.s.fr.

Um tit eru í iva um, hvussu uppsagnartíðin skal roknast út, skulu tit venda tykkum til Starvsfelagið.