Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Royndarsetanir

Reglurnar um uppsagnartíð galda ikki fyri royndartíð. Sambært § 2, stk. 1 í starvsmannalógini kunnu starvsfólk og leiðsla avtala royndartíð fyri starvið. Royndartíðin má í mesta lagi vera 3 mánaðir.

Royndartíð skal vera avtalað. Avtalan skal vera greið og er tað arbeiðsgevarin, sum hevur próvbyrðuna fyri at royndartíð er avtalað.

Vanliga verður hetta upplýst í setanarskrivinum, sum skal verða útflýggjað starvsfólkinum í seinasta lagi 4 vikur eftir starvssetanina, tá ið miðal arbeiðsvikan hevur verið 8 tímar ella meira. 

Er royndartíð avtalað, ber tó til hjá pørtunum at gera sínámillum avtalu um at uppsagnartíð skal vera í royndartíðini kortini. Hetta er tó ikki  vanligt. Er eingin avtala so er heldur eingin uppsagnarfreist í royndartíðini, og setanin kann enda beinanvegin.

Fyri starvsfólk hjá landinum hevur Fíggjarmálaráðið tað støðu, at arbeiðsgevarin kann siga starvið upp við 14 daga freist í royndartíðini.

Starvsmannafelagið metir, at ætlar arbeiðsgevari at siga starvsfólki upp í royndartíðini, skulu starvsfólkið og felagið sambært § 6, stk. 4 í sáttmálanum hava ætlanarskriv um uppsøgn sendandi. Hoyringstíðin er 14 dagar.