Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fyribils og tíðaravmarkað størv

Størv, sum sambært avtalu bert skulu vera í avmarkaða tíð, kunnu vera undantikin reglurnar um uppsagnartíð. Tað liggur júst í hesum, at starvið er avmarkað í tíð, at ætlanin hevur ikki verið, at starvið skuldi hava uppsagnartíð. Starvið endar, tá ið starvsavtalan endar.

Krøvini fyri at koma undir undantøkini eru rættiliga strong, tí ansast skal eftir, at uppsagnarreglurnar ikki verða undirgrivnar. Tað eru tvey sløg av setanum, sum eru avmarkað í tíð.

Fyribilsstørv

Fyribilsstørv eru ásett í § 2, stk. 1 í starvsmannalógini og § 5 í sáttmálunum fyri starvsfólk hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum. At seta fólk í fyribilsstarv má verða gjørt við nágreiniligari avtalu við starvsbyrjan. Avtalan eigur at vera skrivlig, so at eingin ivi er um avtaluna. Setanarskeiðið skal ikki vera longri enn 3 mánaðir. Setanirnar kunnu leingjast, men mugu í mesta lagi vara 6 mánaðir tilsamans í einum ári. Í setanartíðini kann starvstíðin enda frá degi til dags uttan uppsagnarfreist.

Vegleiðingin hjá Fíggjamálaráðnum um uppsøgn, pkt. 1.14.4

Tíðaravmarkað størv

Tíðaravmarkað størv eru góðkend í dómsvenju og sambært starvsmannarættinum og eru lutvíst umrødd í § 5 í sáttmálunum. Eitt starvsfólk kann verða sett í eitt avmarkað tíðarskeið ella til at taka sær av ávísari uppgávu. Setanin heldur uppat av sær sjálvari, tá ið tíðarskeiðið er runnið, ella uppgávan er loyst. Ein avtala hesum viðvíkjandi skal vera nágreinilig og skrivlig. Vanligasta slagið av tíðaravmarkaðum størvum er avloysarastarvið fyri starvsfólk, sum gerast sjúk ella fara í barsilsfarloyvi og ólønt farloyvi. Tey eru umrødd í sáttmálanum. Sambært sáttmálanum skal avloysingin vera fyri navngivnan persón, og hetta skal verða tilskilað í setanarbrævi. Er tað ikki tað, er avloysarin at meta sum starvsfólk í vanligum starvi við uppsagnartíð.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 1.14.3

Tað er arbeiðsgevarin sum hevur próvbyrðuna fyri, at starvsfólk og leiðsla hava avtalað fyribilsstarv ella tíðaravmarkað starv eftir omanfyrinevndu reglum.

Avtalur skulu vera greiðar og skrivligar

Sáttmálarnir millum Starvsfelagið og ávíkvist Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava eina áseting um, at avtalur um fyribils og tíðaravmarkað størv skulu vera

  • nágreiniligar og skrivligar, og at
  • avtalurnar skulu vera gjørdar við starvsfólkið áðrenn setanin byrjar.

Hetta er ássett fyri, at eingin ivi skal vera um rættarstøðuna. 

Sí § 5, stk. 3 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og KAF.

Um at leingja fyribils og tíðaravmarkað størv

Verður arbeitt longur enn ásetta tíðarskeiðið fyri fyribilsstarvið ella tíðaravmarkaða starvið, uttan at nakað er avtalað um hetta, fangar borðið. Starvið er tá at rokna sum eitt starv við uppsagnartíð.

Um sakligar og objektivar grundir eru, ber til at leingja setanirnar. Tað skal tó altíð verða gjørt við skrivligum og nágreinligum avtalum. Starvsfelagið metir, at avtalurnar skulu vera gjørdar áðrenn setaninar vera longdar.

Fyri bæði fyribilsstørv og tíðaravmarkað størv er galdandi, at hesar setanir ongantíð mugu verða brúktar til at skáka sær undan reglunum um uppsagnartíð. 

Sambært rættarvenju er mark er fyri, hvussu ofta tíðaravmarkað størv og fyribils setanir kunnu vera longd. Starvsfólk kunnu sum frálíður fáa eina grundaða vón um, at tey í roynd og veru eru sett í vanligt starv við uppsagnarfreist.

Hetta er altíð grundað á eina ítøkiliga meting, so spyr felagið, um tú ert í iva um tína setan.

Sí kæra um starvsfólkamál: Petur Frits Berg, dekkari á Smyrli 22. aug. 2016. Um at leingja tíðaravmarka setan (avloysarastarv). Hevði rætt til uppsagnarfreist, tí hann hevði fingið eina grundaða vón um eitt starv við uppsagnarfreist.