Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkrafráverusamrøða og markreglan

Tað eru ongar almennar reglur um skipaðar sjúkrafráverusamrøður á almennum arbeiðsplássum í Føroyum. Summir almennur stovnar hava tó innanhýsis reglur. Reglur, sum áseta, at ymiskir møguleikar skulu roynast fyrst, áðrenn fólk verða søgd úr starvi orsakað av sjúku, t.d. broyttar arbeiðsuppgávur, niðursett arbeiðstíð, farloyvi og tillagað starv.

Sjúkrafráverusamrøðan kann fyribyrgja uppsøgn

Starvsfelagið mælir til, at sjúkrafráverusamrøður - viðhvørt kallaðar umsorganarsamrøður - verða hildnar, tí royndirnar vísa, at tær kunnu fyribyrgja uppsagnum. Høvuðsendamálið við samrøðunum er at tryggja, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis skjótast til ber. Hevur fráveran samband við arbeiðsplássið, kunnu trupulleikarnir kanska loysast, áðrenn fráveran gerst ein óloysandi trupulleiki.

Í sambandi við langtíðarsjúku verður fyrsti fundurin avtalaður nakrar fáar vikur eftir, at starvsfólkið bleiv sjúkraskrivað. Síðani kann annar fundur verða avtalaður seinni, at fylgja upp, taka samanum og kanska leggja eina skipaða ætlan fyri hvussu starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis.

Vita um títt arbeiðspláss hevur reglur um sjúkrafráverusamrøðu. Er eingin politikkur ber til at brúka reglurnar hjá øðrum almennum arbeiðsplássum. Spyr Starvsfelagið til ráðs.

Starvsfelagið metir, at reglurnar um sjúkrafráverusamrøður byggja á somu grundhugsjón sum fyrisitingarliga markreglan, sum merkir, at myndugleikarnir ikki mugu taka ógvusligari stig enn neyðugt í starvsfólkamálum. Verður uppsøgn givin, uttan at hesar reglur verða hildnar, kann uppsøgnin vera mett ósaklig. Fyri myndugleikan, sum hevur skrivað reglurnar, mugu tær metast at vera rættuliga bindandi.

Sjúkrafráverusamrøðan verður eisini nevnd umsorganarsamrøða. Endamálið er nevniliga at vísa starvsfólki umsorgan og umrøða møguleikar, so at starvsfólkið kann koma skjótt aftur til arbeiðis. Um ein tilgongd við uppsøgn kemur á tal er talan um eina starvsliga samrøðu, og tá skal starvsfólkið altíð ráðføra seg við álitisfólkið og/ella Starvsfelagið.

Sjúka kann ikki lastast nøkrum, og ert tú sjúk/-ur, ræður ofta um at binda frið og endurvinna heilsuna. At ganga í fleiri mánaðir og einki samband hava við arbeiðsplássið yvirhøvur kann tó vera møtimikið og gera tað trupult at koma aftur. Støðan kann vera ymisk, men ofta kann vera skilagott við ávísum sambandi við arbeiðsplássið og eini ætlan fyri framtíðina.

Starvsfólk, sum eru langtíðar sjúkraskrivað, verða biðin um at ráðføra seg við felagið, um tey einki hava hoyrt frá arbeiðsplássinum í longri tíð og ivast í hvat ið frægast er at gera.