Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

120 daga reglan

Í sambandi við langtíðarsjúku og afturvendandi sjúku er ein serlig regla um stytta uppsagnartíð. Hetta er eitt undantak til tær vanligu uppsagnarrreglurnar í sáttmálum og starvsmannalógini, og er hon ásett í § 5, stk. 2 í starvsmannalógini.

Ásetingin merkir, at arbeiðsgevarin kann siga starvsfólk úr starvi við 1 mánaða uppsagnarfreist, um treytirnar í ásetingini eru uppfyltar. Treytirnar eru hesar niðanfyri nevndu:

120 daga reglan er umrødd í Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 436 ff. Funktionærret, Andersen v.fl., 426 ff. og vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.8.

Sjúka seinastu 12 mánaðirnar

Uppsøgn kann vera givin, tá ið starvsfólkið hevur havt 120 sjúkradagar teir seinastu 12 fylgjandi mánaðirnar. Tað merkir, at tá ið arbeiðsgevarin kann telja upp í 120 sjúkradagar við at hyggja 12 mánaðir aftureftir, kann hann siga starvsfólk upp við 1 mánaðar uppsagnarfreist. Teir 12 mánaðirnir skulu ikki neyvturviliga fylgja kalendaraárinum, men verða roknaðir aftureftir frá einum ávísum degi (uppgerðardegnum).

120 sjúkradagar 

Sjúkradagarnir nýtast ikki at vera samanhangandi. Fleiri tíðarskeið kunnu teljast saman. Talan er um dagar, og ikki bert arbeiðsdagar. Sunnu- og halgidagar, sáttmálaásettir frídagar og arbeiðsfríir dagar telja við, um sjúkradagar liggja báðummegin frídagarnar. Liggja sjúkradagarnir t.d. tvørtur um vikuskiftið, skulu leygardagur og sunnudagur teljast við. Hevur starvsfólkið t.d. verið sjúkraskrivað allan desember mánað, telja allir 31 dagarnir í mánaðinum við í uppgerðina.

Orsøkin til sjúkrafráveruna hevur ikki týdning. Øll sløg av sjúkradøgum telja við. Einasta undantakið í so máta eru sjúkradagar, sum hava samband við viðgongu hjá kvinnu. Tað er í stríð við javnstøðulógina at læggja dent á hetta og at telja hesar dagarnar við.

Funktionærret, Andersen v.fl., s. 428

Skrivlig avtala

120 daga reglan má vera avtalað skrivliga millum partarnar, tað kann t.d. vera í setanarskrivi.

Beint eftir tann 120. sjúkradagin

Uppsøgnin skal verða givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar. Uppsøgn kann ikki verða givin á 119. sjúkradegi, men á 121. sjúkradegi er í lagi. Eingin beinleiðis freist er ásett fyri, nær uppsøgnin í seinasta lagi skal verða givin. Ein tummilsregla er tó, at hetta skal verða gjørt innan 8 dagar. Í dómsvenju er staðfest, at uppsøgn givin á 128. degi var rættstundis, men at uppsøgn givin á 130. degi var ov seint.

Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumbur-Müller, s. 439

Hettar er útgangsstøðið. Havast skal í huga, at í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum kann uppsøgn ikki verða givin fyrr enn limurin og felagið hava havt 14 daga hoyringarfreist. Við gerðarrættarúrskurði er staðfest, at hetta eisini er galdandi í uppsagnarmálum eftir 120 daga regluni.

Arbeiðsgevarin kann tó binda um heilan fingur og senda ætlanarskriv um uppsøgn út frammanundan. Í dómvenju er nevniliga staðfest, at hoyring kundi verða sett í verk longu á 109. sjúkradegi, bara uppsøgn var givin eftir 120. sjúkradag. Eisini er dómur um, at hoyringin (tað var við 7 daga hoyringsfreist eftir fyrisitingarlógini) kundi verða sett í verk á 126. sjúkradegi. At partshoyringin kann setast í verk eftir hettar er eingin dómur fyri.

Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 439

Sum tað sæst eru reglurnar strangar og arbeiðsgevarin kann lættliga liggja sjóvarfallið av sær. Við dómsvenjuni í huga metir Starvsfelagið, at eitt ætlanarskriv um uppsøgn eftir 120 daga regluni má í seinasta lagi verða sent limi og felagi á 126. sjúkradegi.

Skal vera sjúk-/ur

Seinasta treytin er, at starvsfólkið framhaldandi er sjúkt, tá ið uppsøgnin verður latin. Kemur starvsfólkið aftur til arbeiðis eftir 120. sjúkradag, men áðrenn uppsøgnin er givin, kann 120 daga reglan ikki verða nýtt.

Allar treytirnar mugu vera uppfyltar

Allar treytirnar í § 5, stk 2 skulu vera uppfyltar, fyri at arbeiðsgevarin kann siga upp eftir 120 daga regluni.

Letur arbeiðsgevari vera við at nýta 120 daga regluna, tá ið hon annars kundi verið nýtt, detta teir ítøkiligu 120 sjúkradagarnir burtur úr roknskapinum. Arbeiðsgevarin kann ikki nýta nakrar av hesum døgunum í eini seinni uppsøgn eftir 120 daga regluni. Tað merkir t.d., at er eitt starvsfólk komið til arbeiðis aftur eftir 140 sjúkradagar og verður sjúkt aftur av nýggjum, skulu tað ganga 120 nýggir sjúkradagar áðrenn 120 daga reglan aftur kann verða nýtt.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.8

Tað er kortini bert viðvíkjandi uppsøgn eftir 120 daga regluni, at sjúkradagar á hendan hátt detta burtur úr uppgerðini. Verður talan í staðin um uppsøgn vegna sjúku eftir vanligum reglum, kunnu teir gomlu 120 sjúkradagarnir framvegis nýtast sum grundarlag fyri uppsøgn, saman við aðrari sjúkrafráveru.

Mál um 120 daga regluna kunnu vera rættuliga teknisk og fløkt. Set teg í samband við Starvsfelagið um tú ert í iva.