Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fastur fráfaringaraldur

Bæði landið, kommunurnar og kommunalu felagsskapirnir hava almennar reglur um fastan fráfaringaraldur, t.v.s. at starvsfólkið leggur frá sær, tá ið tað røkkur ávísum aldri. Hettar nýtist ikki at vera pensjónsaldurin, t.v.s. tá vit fáa fólkapensjón. Fráfaringaraldurin er vanliga við 67 til 70 ára aldur.

Fyri starvsfólk hjá landinum eru reglurnar ásettar í einum rundskrivi um fráfaringaraldur frá Fíggjarmálaráðnum. Høvuðsreglan er, at starvsfólk fara frá í endanum á mánaðinum, tá ið tey fylla 70. Setanin kann tó verða longd við upp í tveimum árum í senn.

Fyri starvsfólk hjá kommununum og kommunalu felagsskapurnum eru ongar felags reglur um fráfaringaraldur. Hann er ymiskur frá kommunu til kommunu, frá 67 árum til 70 ár. Summar kommunur hava undantøk og aðrar ikki. Reglurnar eru ymiskar.

Skulu hava ætlanarskriv

Eisini tá ið limirnir fara frá fyri aldur, skulu teir og felagið hava eitt ætlanarskriv um uppsøgn. Tað skal sent í so góðari tíð, at uppsøgnin kann verða givin í mánaðinum, tá ið fólk røkka fráfaringaraldrinum.

Hevur myndugleikin eina skipan við undantøkum og vilja starvsfólk halda fram í starvi eftir at hava rokkið fráfaringaraldur, heldur Starvsfelagið, at myndugleikin skal hava sakligar grundir fyri at nokta fyri hesum. Hetta skal ganga fram av grundgevingini fyri avslagnum. Í metingini eigur dentur at verða lagdur á t.d. viðurskiftini á arbeiðsøkinum, arbeiðsloysi og tørvi á arbeiðsmegi, umframt arbeiðskompetansu- og -kvalifikatiónir hjá starvsfólkinum.

Burtursæð frá reglunum um fastan fráfaringaraldur er ikki loyvt at gera mun á starvsfólki vegna aldur. Tað er ivaleyst brot á fyrisitingarligu líkaregluna og yvirkipaða lóggávu móti mismuni, les meira um fyrisitingarligu líkaregluna.