Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Partshoyringin

Tá ið uppsagnir eru grundaðar á viðurskifti á stovninum, verður partshoyrt um hesi viðurskifti, eitt nú krøv til sparingar, bygnaðarbroytingar og ætlanir um rationaliseringar. Kunnast skal um hvørji hesi viðurskifti eru heilt ítøkiliga, so at starvsfólkið kann taka støðu til tey.

Eisini skal starvsfólkið verða kunnað um tey kriteria, sum eru brúkt, tá ið avgjørt er, hvør verður sagdur úr starvi. Í uppsagnarmálum, har fleiri verða søgd upp, hevur starvsfólkið krav um at vita hvussu starvsfólkið hevur verið mett í málinum og viðvíkjandi teimum generellu metingarkriteriunum, sum liggja til grund. Starvsfólk hava ikki krav um at fáa nærri frágreiðing um hvussu onnur starvsfólk hava verið mett í sínum uppsagnarmáli.

Sambært dómsvenju skal ikki partshoyrast um metingina av øðrum. Tað er neyvan heldur nakað rættarkrav um, at starvsfólkið skal hava útgreinaða frágreiðing um hvussu viðkomandi er mett/-ur í mun til onnur starvsfólk, sí s. Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 47 ff. og dómarnir U 2007.1203Ø og U 2007.537H