Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Umboðan og hjálp

Starvsfólkið kann lata seg umboða og fáa hjálp frá øðrum. Hendan møguleika eigur arbeiðsgevarin at kunna starvsfólkið um. Rættindini eru ásett í § 8 í fyrisitingarlógini.

Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 1.6

Vil limurin hava umboðan, kann felagið biðja um partsinnlit og samskifta og hava fundir við arbeiðsgevaran vegna limin. Arbeiðsgevarin kann tó krevja, at starvsfólkið sjálvt er við, um hetta hevur týdning fyri avgerðina í málinum.

Rætturin til umboðan og hjálp sambært fyrisitingarlógini kann vera ymiskur. Tað kann vera at virka sum hjásiti hjá starvsfólki á einstøkum fundum við leiðsluna. Tá er tað meira at stuðla viðkomandi. Tað kann eisini vera at umboða starvsfólkið heilt ella lutvíst, og tá er umboðandi leikluturin meira sjálvstøðugur.

Les meira um umboðan í Fyrisitingarlóg, á Rógvi og Larsen, s. 127-131.