Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Skjalainnlit

Partsinnlit

Í hoyringini kann vera neyðugt at útvega neyvari upplýsingar av tí, at viðurskifti í ætlanarskrivinum eru ógreið ella illa lýst. Í hesum sambandi hevur limurin rætt til partsinnlit í málið sambært § 9 í fyrisitingarlógini. Er umboðan avtalað, kann felagið søkja um innlit vegna limin.

Av tí, at tað kann taka tíð at fáa innlit og síðani viðgera upplýsingarnar, er møguleiki at útseta hoyringarfreistina. Í § 11, stk. 1 í fyrisitingarlógini er ásett, at “Biður ein partur undir viðgerðini av málinum um skjalainnlit, og hendan áheitan sambært lógini skal vera gingin á møti, verður avgerðin í málinum útsett, til parturin hevur fingið høvi at gera seg kunnugan við skjølini.”

§ 20 í fyrisitingarlógini skal eisini nevnast í hesum sambandi. Greinin ásetir, at meðan málið enn verður viðgjørt, kann starvsfólkið altíð krevja, at málið verður útsett, til starvsfólkið hevur givið sítt ummæli.

Eitt uppsagnarmál er ein álvarsom hending fyri eitt starvsfólk. Tí er umráðandi, at málið verður væl og virðiliga upplýst, so at eingin ivi er um grundarlagið fyri avgerðini.

Alment innlit

Tey, sum sambært fyrisitingarrættinum ikki eru partur í einum uppsagnarmáli, kunnu søkja um alment innlit í uppsagnarmál. Tað er sambært løgtingslógini um innlit í fyrisitingina. T.d. kann eitt fakfelag søkja um alment innlit. Viðkvæmar persónligar upplýsingar í uppsagnarmálinum kunnu tó verða undantiknar rættinum til alment innlit.