Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Partshoyring og ætlanarskriv

Áðrenn ein avgerð um uppsøgn ella burturvísing kann verða tikin, skal starvsfólkið hava møguleika at kanna eftir og gera viðmerkingar til grundarlagið fyri avgerðini. Reglurnar um partshoyring eru ásettar í § 18 og § 19 í fyrisitingarlógini.

Partshoyringin er ein sokallað fyrisitingarlig garantiregla. Hon skal veita trygd fyri, at avgerðin, sum verður tikin, er røtt. Loypur myndugleikin partshoyringina um, kann avgerðin um uppsøgn verða ógildig, uttan so at partshoyringin vísir seg at hava so lítlan týdning, at avgerðin hevði verið røtt kortini.

Fyrisitingarlóg, Kári á Rógvi og Bárður Larsen, s.126, Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 47 ff

Mannagongdin, tá ætlanarskriv verður latið

Hoyringin verður gjørd við, at starvsfólkið fær eitt ætlanarskriv um uppsøgn. Umframt fyrisitingarlógina eru reglur um hoyringsrættin eisini í sáttmálunum.

Fyri starvsfólk hjá landinum eru mannagongdir viðvíkjandi fráboðan um uppsøgn ásettar í starvsfólkapolitikki landsins, sum m.a. hava hesi ráðini:

  • Fráboðan um ætlaða uppsøgn eigur at verða givin fyrstu dagarnar í vikuni og helst fyrrapart á degi.
  • Ovasti leiðarin ella næsti fyrisetti bjóðar starvsfólkinum, ið skal sigast úr starvi, á fund. 
  • Tey boða munnliga frá ætlaðu uppsøgnini, og samstundis verður ætlanarskriv latið starvsfólkinum.
  • Leiðslan skal greiða frá orsøkunum til ætlanina, skal vera væl fyrireikað og geva sær stundir at tosa við starvsfólkið.
  • Starvsfólkaumboð skal vera hjástatt, um starvsfólkið ynskir tað.
  • Fyrilit skal vísast starvsfólkinum, og tí skal standa starvsfólkinum í boði at fáa sakkøna hjálp ella kreppuhjálp, t.d. frá sálarfrøðingi.

Starvsfelagið mælir til, at hendan mannagongd eisini verður fylgd í uppsagnarmálum hjá kommununum og kommunalu felagsskapunum. Felagið mælir staðiliga til, at álitisfólkið altíð er við á fundinum. Royndirnar vísa, at tað ofta er trupult hjá starvsfólki at minnast, hvat ið hent er, og at tað kann standa so nógv á starvsfólki, at tað kann vera trupult at seta viðkomandi spurningar.

Starvsfólk, sum ikki eru til arbeiðis ella ikki hava møguleika at koma á arbeiðsplássið, skulu hava ætlanarskrivið sendandi. Arbeiðsgevarin skal tryggja sær, at ætlanarskrivið er komið fram í øllum góðum. Samstundis skal hann sambært sáttmálanum senda Starvsfelagnum avrit av ætlanarskrivinum.

Hoyrast um hvat?

Starvsfólkið skal partshoyrast um grundirnar fyri ætlaðu uppsøgnini og um umstøður, sum hava týdning fyri avgerðina. Allar upplýsingar, sum kunnu vera til ófyrimunar fyri starvsfólkið, skal starvsfólkið fáa høvi at gera viðmerkingar til.

Víðka partshoyring
Í summum uppsagnarmálum er sokallað víðkað partshoyring. Tað er partshoyring, sum fer longur enn ásetingarnar í fyrisitingarlógini. Tað er vanliga í málum, har okkurt er at lasta starvsfólkinum, t.d. agamál, mál um samstarvstrupulleikar og ónøktandi arbeiðsavrik. Víðkaða hoyringin er óskrivað meginregla, ment í umboðsmannavenju. Umframt tær faktisku umstøðurnar í málinum skal parturin hoyrast um, hvussu myndugleikin hevur mett um próvtilfar og rættarligar spurningar. Víðkað partshoyring er ikki galdandi fyri uppsagnir, sum standast av t.d. sparingum og sjúku.

Um víðkaða partshoyring: Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 51-53, greinin DGL 2008.16: Mere om partshøring i personalesager, Jon Andersen og Elisabeth Bøggild Nielsen, Folketingets Ombudsmand, pkt. 3 og Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.4

Hvør skal hoyrast?

Tað er starvsfólkið, sum er partur í málinum, og sum skal hava ætlanarskrivið sambært fyrisitingarlógini.

Sambært sáttmálunum skal Starvsfelagið eisini hoyrast í starvsfólkamálum. Eru persónsviðkvæmar upplýsingar í skrivinum, fær felagið tó bert fráboðan um, at ætlanarskriv er sent limi um uppsøgn. Í slíkum førum vendir felagið sær vanliga til starvsfólkið og bjóðar sína hjálp, og síðani kann limurin útflýggja felagnum skrivið, vil hann tað. Ofta verður hoyringin eisini gjørt í felag.

Ummælisfreist

Sáttmálarnir áseta, at bæði felagið og starvsfólkið hava 14 daga hoyringarfreist. Hetta er galdandi í øllum sløgum av uppsagnarmálum. Eisini tá uppsøgn verður givin eftir serligu 120-daga regluni, t.v.s. stytt uppsagnartíð vegna drúgva sjúkrafráveru.

Sb. úrskurð frá Fasta Gerðarrætti í trætumáli millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið í uppsagnarmáli á Fróðskaparsetrinum, mál.1/2017.

Mannagongdin

Vanlig mannagongd í uppsagnarmálum er, at Starvsfelagið vendir sær til limirnar, tá ið teir fáa ætlanarskriv um uppsøgn. Til ber at svara hvør sær. Ofta gera felagið og starvsfólkið eitt felags svarskriv saman.

Vanligt er, at fundur verður avtalaður, har limurin og felagið gjøgnumganga málið saman. Tey semjast um, hvussu svarast skal, og felagið ger uppskot til felags svar, sum starvsfólkið góðkennir.

Almennir myndugleikar hava skyldu at upplýsa uppsagnarmál nøktandi. Hoyringin kann reisa spurningar, sum krevja nýggja hoyring. Viðmerkingarnar kunnu eisini gera, at nýggjar týðandi upplýsingar koma undan kavi, sum gera, at ætlanin um uppsøgn verður slept, ella at uppsøgnin t.d. verður broytt til eina ávaring, ella at starvsfólkið verður flutt í annað starv.