Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Uppsøgn

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørji krøv, reglur og mannagongdir galda, tá ið starvsfólk hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum verða søgd úr starvi.

Her lýsa vit tær almennu reglurnar, sum galda í øllum uppsagnarmálum. Hesar eru kravið um, at uppsøgn skal vera saklig grundað, og so tey formligu krøvini, grundgeving, hoyring o.s.fr..

Eisini lýsa vit uppsagnarreglurnar út frá tveimum ymiskum støðum: Tá ið tað eru viðurskifti á arbeiðsplássinum, sum eru orsøk til uppsøgnina, t.d. umlegging og sparing. Harumframt tá tað eru viðurskifti hjá starvsfólkinum sjálvum, sum eru grundin, t.d. sjúka, svik ella at arbeiðsavrikið er ónøktandi. Málini kunnu vera ógvuliga ymisk, alt eftir hvør støðan er, og tí verða reglurnar um uppsøgn lýstar út frá hesum báðum ymisku støðunum.

Rættarkeldurnar

Rættarkeldurnar í uppsagnarmálum eru nógvar og ymiskar. Tær finnast í sáttmálunum og í nógvum ymiskum setanarrættarligum lógum, so sum starvsmannalógini (funktionerlógini), frítíðarlógini, javnstøðulógini, dátuverdarlógini og fyrisitingarlógini.

Haraftrat eru óskrivaðar meginreglur í fyrisitingarrættinum og arbeiðsrættinum týðandi rættarkeldur í uppsagnarmálum. Altjóða lóggáva, sum t.d. evropeiski mannarættindasáttmálin, kann eisini hava týdning umframt, at rættarstøðan er ásett í dómsvenju (rættarpraksis).

Fyri limirnar, sum arbeiða hjá landinum, eru ásetingar í starvsfólkapolitikki landsins, eins og Fíggjarmálaráðið hevur eina vegleiðing um uppsøgn, sum landið er bundið av. Talan er um bleytari reglur, sokallaða soft-law. Hóast reglurnar ikki binda kommunurnar og kommunalu felagsskapirnar, so eru starvsfólkapolitikkurin og vegleiðingin hjá landinum hentar reglur, sum geva eina góða ábending um rættarstøðuna.