Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fráfaringaravtalur

Í summum førum kann tað vera ein fyrimunur, bæði fyri starvsfólkið og arbeiðsplássið, at gjørd verður ein fráfaringaravtala. Ein fráfaringaravtala kemur í staðin fyri eina uppsøgn frá arbeiðsgevara.

Tá er ikki talan um eina avgerð eftir fyrisitingarlógini og tað merkir, at reglurnar um partshoyring, tíðarfreistir, grundgeving o.s.fr. kunnu frávíkjast. Kravið um sakligheit er tó framvegis galdandi.

Fráfaringaravtalur eru vanliga knapporðaðar, og lýsa vanliga ikki orsøkina til avtaluna. Hinvegin eru t.d. uppsagnarrættindi og frítíðarrættindi nærri lýst. Avtalan kann eisini hava ásetingar um at fríttstilla starvsfólk, so at tey ikki hava møti- og arbeiðsskyldu og t.d. um inntøkur frá øðrum størvum í uppsagnartíðini.

Hægsti rættur hevur staðfest, at fráfaringaravtalur eru ikki í stríð við fyrisitingarlógina.

Fráfaringaravtalur kunnu t.d. vera ein fyrimunur, tá ið ósemjur eru millum partarnar.

Starvsfelagið mælir vanliga ikki til at gera fráfaringaravtalur, um tær ikki leggja nakað afturat vanligu uppsagnarrættindunum, ella, at starvsfólkið, av onkrari grund, beinleiðis ynskir eina fráfaringaravtalu. Avtalan skal verða til fyrimuns fyri starvsfólkið.

Starvsfólk mugu ongantíð gera fráfaringaravtalur einsamøll. Tey skulu antin verða umboðað av fakfelagnum ella av advokati, so at tey eru væl kunnað um síni rættindi. Gera almennir arbeiðsgevarar fráfaringaravtalur við starvsfólk einsamøll, er vandi fyri, at teir kunnu verða lagdir undir valdsreingjan, sum er ólógligt.