Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Krevur grovt mishald

Treytin fyri at vísa starvsfólki burtur er, at starvsfólkið hevur framt grovt mishald av tænastuni. Grundirnar kunnu vera nógvar, t.d.  at starvsfólk hava stolið úr kassanum, framt óreglusemi ella álvarsom mistøk, hava verið hóttandi, harðlig ella víst óvandaligan atburð, hava mótarbeitt leiðsluni, havt ólógliga fráveru ella noktað at arbeitt.

Limirnir í Starvsfelagnum eru starvsmenn (funktionerar), og hjá teimum eru reglurnar um grovt mishald ásettar í § 4 í løgtingslóg um starvsmenn

Arbeiðsgevarin skal gera eina ítøkiliga meting av, hvussu álvarsamt málið er. Tá ið metast skal um, hvørt starvsfólkið hevur framt grovt mishald av tænastuni, hevur tað t.d. týdning:

  • um starvsfólkið hevur fingið ávaring fyri líknandi viðurskifti fyrr og hevur fingið at vita, at endurtøka kann hava við sær burturvísing
  • um talan er um tilvitað brot á reglurnar
  • um arbeiðsgevarin hevur lagt avgerandi dent á, at reglurnar verða fylgdar
  • um arbeiðsgevarin fyrr hevur góðtikið líknandi atburð, ið elvdi til brotið
  • um starvsfólkið hevur verið leingi í starvi

Burtvísing krevur, at arbeiðsgevarin ber skjótt at. Hann skal gerast tað skjótast møguligt, eftir at hann hevur fingið kunnleika til viðurskiftini. Tó skal hann fyrst kanna eftir um viðurskiftini eru nóg álvarsom til eina burturvísing, og hann skal halda reglurnar í fyrisitingarlógina, m.a. um hoyring og grundgeving, les meira her.