Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Burturvísing

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørji krøv, reglur og mannagongdir galda, tá ið alment sett starvsfólk verða víst burtur. Tað er at siga starvsfólk úr starvi uttan uppsagnartíð og -løn.

Í serligum førum kunnu starvsfólk verða burturvíst. Tá verða starvsfólk ofta send heim beinanvegin, og rætturin til lønina steðgar samstundis.

Burturvísingin er harðasta starvsrættarliga revsiatgerðin og má bert verða nýtt í teimum mest álvarsomu starvsfólkamálunum. Starvsfólk kunnu bert vísast burtur, um tað er neyðugt, og um onnur minni víðgongd stig – so sum ávaring ella uppsøgn – ikki kunnu loysa trupulleikarnar.

Les um burturvísing: Funktionærret, Andersen v.fl., s. 817 ff., Dansk Funktionær ret, H.G.Carlsen, s. 240 ff. og Vegleiðing um uppsøgn, Fíggjarmálaráðið, 2.7.