Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Setanarskrivið skal vera skrivligt

Lógin um setanarprógv sigur, at arbeiðsgevarin skal uppfylla sína upplýsingarskyldu skrivliga. Tað kann vera sum ein fráboðan, setanarsáttmáli ella setanarskriv, sigur lógin.

Sáttmálarnir hjá Starvsmannafelagnum siga, at starvsfólk skulu hava eitt setanarskriv (setanarbræv). Tað er sosatt eitt krav, at tú skalt hava eitt setanarskriv, um tú arbeiðir í sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum.

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum og hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum finnur tú oyðubløð til setanarskriv fyri sáttmálasett hjá ávikavist landinum og kommunum/kommunalum felagsskapum.

Royndarsetan, avmarkaðar setanir og 120 daga reglan

Nevnast skal, at tá ið avtalur um royndarsetan, fyribils setan ella tíðaravmarkaða setan verða gjørdar, hevur arbeiðsgevarin próvbyrðuna fyri, at slíkar avtalur eru gjørdar. Hesar avtalur skulu tí vera skrivligar.

Tað sama ger seg galdandi fyri ta sonevndu 120 daga regluna. Tað er reglan, um at starvsfólkið kann verða sagt úr starvi við einum mánaða freist í sambandi við drúgva sjúkrafráveru, sambært § 5, stk. 2 í starvsmannalógini. Slíkar avtalur skulu vera skrivligar. Vanligt er, at hettar er ásett í setanarskrivinum.