Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Nær skal eitt setanarskriv útflýggjast?

Sambært løgtingslógini um setanarprógv skulu øll, sum eru í starvi í meira enn ein mánað og sum arbeiða í miðal meira enn 8 tímar um vikuna, hava setanarskriv. Undantikin eru tey, sum eru fevnd av løgtinglóg um sjómenn.

Eftir sáttmálanum skal arbeiðsgevarin útvega setanarskrivið í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina. Sáttmálin hevur onki krav um minstamark av arbeiðstímum fyri at fáa setanarskrivið.

Lógin um setanarprógv er ein minstalóg, sum ikki kann víkjast frá til bága fyri starvsfólkið. Tó kann sáttmáli leggja afturat, og í tann mun, at samsvarandi ella betri løntakararættindi eru avtalað í sáttmálanum, eru ásetingarnar í sáttmálanum galdandi.

Løgtingslóg um setanarprógv, sí § 1, stk. 3 og 4