Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Innihaldið í setanarskrivinum

§ 2, stk. 2 í lógini um setanarprógv ásetir eitt minstamark fyri upplýsingum, sum arbeiðsgevarin skal lata. Sáttmálarnir seta eisini krøv til innihaldið í setanarskrivinum, sí ávíkavist § 4, stk 2 í sáttmálunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og § 3, stk. 2 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar.

Samanlagt skal setanarskrivið í minsta lagi hava hesar upplýsingar:

Listin er ein samanskriving av innihaldskrøvunum eftir lógini og sáttmálunum

  1. Navn og bústaður hjá arbeiðsgevara og starvsfólki
  2. Arbeiðsstað ella arbeiðsstøð. Um einki fast arbeiðsstað er, ella einki stað er, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, skal upplýsing um, at løntakarin arbeiðir ymsastaðni, og um, hvar høvuðssæti ella bústaður arbeiðsgevarans er.
  3. Lýsing av arbeiðinum, starvsheitinum, tign, yrki ella slag av arbeiði og setanarøkinum.
  4. Nær setanin byrjar.
  5. Hvussu leingi setanin væntandi varir, tá ið talan ikki er um fast starv.
  6. Rættindi í sambandi við feriu, m.a. um starvsfólkið hevur rætt til frítíð við løn og feriuískoyti.
  7. Longd á uppsagnarfreist hjá løntakaranum og arbeiðsgevaranum.
  8. Galdandi ella avtalað løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá ið arbeiðið byrjar, og ískoyti og aðrir lønarpartar, sum ikki eru uppi í hesum, t.d. eftirlønargjald og kostur og innivist. Upplýsing um, hvussu starvið er flokkað eftir sáttmálanum. Eisini skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.
  9. Starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri
  10. Vanlig arbeiðstíð um dagin ella um vikuna.
  11. Hvørjir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur eru galdandi fyri arbeiðsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru.

Er løntakarin limur í Starvsfelagnum, skal felagið eisini hava eintak av setanarskrivinum.