Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Brot á reglurnar

Endamálið við lógini um setanarprógv er at skapa størri gjøgnumskygni á arbeiðsmarknaðinum og at gera tað greiðari, hvørja rættarstøðu løntakarin hevur, soleiðis at løntakarin fær betri vernd móti, at rættindi hansara verða sett til viks. Við at gera greiðar avtalur um setanina slepst undan møguligum ósemjum hesum viðvíkjandi seinni.

Eru líknandi ásetingar í sáttmálanum sum í lógini um setanarskriv, skulu kærumál leggjast fyri fakrættarligu skipanina, t.v.s. Fasta Gerðarætt.

avgerð frá Vinnukærunevndini 30. apríl 2015, 15/00101.

Brýtur arbeiðsgevarin lógina, kann løntakarin fáa eitt viðurlag, og er tað rætturin, ið tekur støðu til viðurlagið. Hvussu stórt viðurlagið kann vera valdast um, hvussu álvarsamt brotið er, og hvussu álvarsamar avleiðingar tað hevur, at starvsfólkið einki setanarprógv hevur. Lógin ásetir, at tað kann verða úr túsund krónum heilt upp í løn í 13 vikur, og um tyngjandi umstøður eru, kann tað vera løn heilt upp til 20 vikur.