Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Setanarskrivið

Fyri at partarnir ikki skulu vera í iva um, hvat teir hava avtalað, skulu avtalur um starvssetan altíð vera skrivligar. Starvsfólk hava krav um eitt setanarskriv, sum útgreinar innihaldið í starvssetanini. Setanarskrivið hevur stóran týdning fyri rættartrygdina hjá starvsfólkinum.

Reglurnar um setanarskriv eru í sáttmálunum, ávikavist § 4, stk. 2 í sáttmálunum við landið og kommunurnar og § 3, stk. 2 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Haraftrat finnast reglurnar í løgtingslógini um setanarprógv.

Eftir hesum reglum hevur arbeiðsgevarin skyldu skrivliga at boða starvsfólkinum frá treytunum fyri setanini. Reglurnar vóru upprunaliga bert í sáttmálanum. Í 2008 kom so lógin um setanarprógv, sum útgreinar og víðkar krøvini til setanarskrivið og staðfestir rættarfylgjur av lógbroti.