Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Upplýsingarskyldan hjá umsøkjaranum

Ein umsøkjari skal svara reiðiliga, loyalt og til fulnar, tá ið hann verður spurdur t.d. í sambandi við eina setanarsamrøðu.

Tó hevur hann bert skyldu at svara spurningum, sum eru neyðugir og viðkomandi fyri setanina og fyri at halda lógar- og sáttmálareglur, sum starvið er fevnt av.

Um privatlívið

Umsøkjanin skal sjálvandi svara spurningum um fakliga bakgrund, útbúgving og arbeiðsroyndir og vanligum spurningum um familjuviðurskifti, so sum hjúnabandsstøðu, børn og persónlig áhugamál.

Tó skal hann ikki svara spurningum um viðurskifti, sum eru heilt privat og óviðkomandi fyri starvið.

Av tí, at sáttmálarnir geva rætt til at halda frí, tá ið børnini eru sjúk, skal umsøkjarin t.d. svara spurningum um hvussu nógv børn hann eigur, og hvussu gomul tey eru. Hann skal siga, um hjúnafelagin eisini hevur rætt til sáttmálafrí, men skal neyvan upplýsa navnið á hjúnafelaganum ella hvar hann ella hon arbeiðir.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, 2. udg, s. 126 ff.

Heldur ikki skal umsøkjarin svara spurningum um fakfelagslimaskap, politiska áskoðan, átrúnað, privatan økonomi, kynsliga orientering og líknandi viðurskifti, sum eru heilt privat og óviðkomandi fyri starvið.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, 2. udg, s. 126 ff.

Skylda er at kunna arbeiðsgevaran um viðurskifti, sum umsøkjarin veit ella átti at vitað hava munandi týdning fyri starvið. Verður hann spurdur og tegir um viðurskifti av munandi týdningi fyri starvið, kann tað fáa starvsligar avleiðingar.

Um sjúku

Umsøkjarin skal av sínum eintingum upplýsa um sjúku, um hann veit, at sjúkan helst fer at elva til óarbeiðsføri, sjúkrafráveru ella skert arbeiðsavrik. Hetta er ein fylgja av § 5, stk. 1 í starvsmannalógini, sum ásetir, at sjúka er ikki lógligt forfall, um so er, at starvsfólkið við sviki hevur dult sjúkuna burtur.

Dansk Funktionærret, Carlsen,  8. udg, s. 147 og Funktionærret, Andersen, s. 422 ff.

Tað er tó ikki eina og hvørja sjúku, upplýsast skal um. Upplýsast skal um kroniska sjúku, sum væntandi fer at elva til týðandi óarbeiðsføri. Sjúkan skal kunna hava munandi týdning fyri tað ítøkiliga arbeiðið. Sjúka, sum umsøkjarin heldur seg vera endaliga grøddan fyri, hevur hann ikki skyldu at upplýsa um. Er hann framvegis í viðgerð, og útlitini eru óviss, skal hann siga frá.

Tað er tann svikafulla gerðin, ið er í fokus. Tað er, tá ið umsøkjarin tilvitað hevur givið villleiðandi upplýsingar ella tilvitað hevur dult sjúkuna fyri arbeiðsgevaranum.

Um starvsfólkið fyri starvssetan dylur viðkomandi sjúku fyri arbeiðsgevararanum, verður forfall, ið stendst av sjúkuni, ikki mett lógligt. Starvsfólkið kann vera drigið í løn og forfallið kann fáa starvsrættarligar avleiðingar.

Um viðgongutíð (graviditet)

Útgangsstøðið er, at tað er ikki loyvt arbeiðsgevara at taka við í metingina, hvørt ein kvinna, ið søkir eitt starv, er við barn ella fer at eiga skjótt. Tað er í stríð við javnstøðulógina, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun millum kvinnur og menn.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Muller, 2. udg, s. 127 ff.

Tó hevur kvinna eftir § 6, stk. 2 í starvsmannalógini og § 8, stk. 1 og § 6, stk. 1 í sáttmálunum fyri ávikavist landið og kommunurnar og fyri dagrøktararnar skyldu at boða arbeiðsgevara frá í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn hon er sett at eiga. Talan er um upplýsingarskyldu, sum hevur týdning fyri ta praktisku tilrættisleggingina hjá arbeiðsgevarunum. Arbeiðsgevarin kann tó ikki vraka starvskvinnuna, tí at hon er við barn og er sett at eiga skjótt.

Arbeiðsgevarin hevur ikki rætt at spyrja, um kvinna er við barn. Spyr hann kortini, hevur umsøkjarin ikki skyldu at svara, og vantandi upplýsing um støðuna kann ikki seinni nýtast sum uppsagnargrund, tí tað er sum sagt ólógligt at leggja dent á graviditetin. Heldur ikki tá ið tað er eyðsýnt, at umsøkjarin er við barn, hevur arbeiðsgevarin loyvi at leggja dent á hetta í síni meting av umsøkjarunum.

2. regla: Funktionærret, Sv. Andersen o.fl., s. 139
3. regla: Dómur frá ES-dómstólinum frá 3. februar 2000 (mál nr. C-207/98), sbr. Funktionærret, Sv. Andersen o.fl., s. 140