Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Um at útvega skoðsmál frá øðrum

Tað er ikki óvanligt, at arbeiðsgevari spyr seg fyri hjá fyrrverandi arbeiðsgevarum hjá umsøkjarunum fyri at eftirkanna umsøkjaran. Tað er einki, sum forðar fyri hesum, men arbeiðsgevararnir mugu vanda sær í slíkum føri.

Hjá tí almenna, tað er landið og kommunurnar, er hetta at útvega sær upplýsingar fevnt bæði av leiðslurættinum, persónsupplýsingarlógini og fyrisitingarrættinum.

Tað, sum spurt verður um, má vera viðkomandi og sakligt í mun til setanina. Um fyrrverandi arbeiðsgevarin letur frá sær upplýsingar um starvsfólk, skulu hesar upplýsingar vera sannar og loyalar. Annars kann fyrrverandi arbeiðsgevarin koma undir endurgjaldsábyrgd. Hann má nevniliga ikki skerja arbeiðsmøguleikarnar hjá fyrrverandi starvsfólki á illoyalan hátt.

1.-3. regla: Den danske arbejdsret, Hasselbalch, Bind II, s. 680
4. regla: Persondataret i ansættelsesforhold, Blume og Kristiansen, 2011, s. 194 ff.

Av tí at talan yvirhøvur verður um viðgerð av persónsupplýsingum, skulu reglurnar í persónsupplýsingarlógini eisini haldast, eitt nú reglurnar um samtykki og innlit. Viðkvæmar upplýsingar, sum viðkoma heilt privatum viðurskiftum, krevja samtykki frá umsøkjarunum. Vanligar upplýsingar kunnu í ávísan mun innheintast uttan samtykki.

Arbeiðsgevarin kann eisini søkja upplýsingar um umsøkjarar á internetinum, sum longu eru almennar. Ger hann tað, má hann tó bert brúka upplýsingar, sum eru sakligar og viðkomandi fyri setanina.

Søkir ein almennur myndugleiki upplýsingar frá øðrum almennum myndugleika, skulu ásetingarnar í § 27 í fyrisitingarlógini haldast. Hettar merkir, at rætturin at fáa upplýsingar av heilt privatum slagi, er avmarkaður. Tað krevur vanliga samtykki frá umsøkjaranum.

Revsiváttanir

Til summi størv kann hugsast, at arbeiðsgevarin vil tryggja sær, at umsøkjarin ikki hevur verið revsaður, og tí krevur revsiváttan. Tað kann vera til serlig álitisstørv og t.d. størv, ið hava við ung og børn at gera.'

At ein umsøkjari er revsaður, útilokar hann ikki í sjálvum sær frá arbeiðsmarknaðinum. Tað er bert, um so er at revsingin og lógarbrotið eru viðkomandi fyri starvssetanina, at hesi viðurskifti kunnu hava týdning. Tað er ein ítøkilig meting.

Ein arbeiðsgevari kann við samtykki frá starvsfólki venda sær til løgregluna og fáa eina revsiváttan. Men hóast umsøkjarin samtykkir, so hevur arbeiðsgevarin ikki altíð rætt til at innheinta revsiváttanina.

Sakligar grundir skulu altíð vera fyri at krevja revsiváttan, og revsiváttanin skal vera viðkomandi fyri aktuellu setanina. Hóast góðar grundir kunnu vera til, at ein myndugleiki biður um revsiváttan, kunnu onnur atlit tala ímóti hesum, millum annað atlit til umsøkjaran sjálvan.

Fólkatingsins Umboðsmaður hevur gjørt eina vegleiðing um brúk av revsiváttanum. Vegleiðingin skal lesast við tí fyrivarni, at lógin um barnaváttarnir ikki er galdandi í Føroyum.