Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tá ið tú fært avslag

Tey, sum søkja størv hjá tí almenna, skulu hava svar. Tað er sjálvsagt galdandi fyri tann, sum fær starvið, men eisini fyri tey, ið fáa avslag.

Sambært starvsfólkapolitikki landsins eigur svar at verða givið sum skjótast og helst í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at umsóknarfreistin er úti. Ber hetta ikki til, skal umsøkjarin - helst longu í skrivinum, ið váttar, at umsóknin er móttikin – hava boð um, nær endaligt svar væntandi verður givið.

Sambært starvsfólkapolitikki landsins skal avgerðin um starvssetanina ikki almannakunngerast, fyrr enn allir umsøkjarar hava fingið boð um avgerðina.

Fært tú avslag, gevur fyrisitingarlógin tær rætt til grundgeving, partsinnlit og kæruvegleiðing frá teimum, ið lýstu starvið leyst.

Grundgeving

Tey, ið fáa avslag, tá ið tey søkja starv, skulu sambært kap. 6 í fyrisitingarlógini hava eina grundgeving fyri avslagnum.

Vanligt er, at avslagið er skrivligt, og tá skal ein grundgeving fylgja við. Grundgevingin skal lýsa grundarlagið fyri avgerðini og høvuðsgrundirnar til, at umsøkjarin ikki fekk starvið.

Er fráboðanin um avslagið munnlig, er einki krav um grundgeving. Í slíkum førum kann umsøkjarin tó innan 14 dagar biðja um at fáa eina skrivliga grundgeving.

Starvsfelagið metir, at eitt avslag er ein so tyngjandi avgerð fyri umsøkjaran, at góður fyrisitingarsiður er, at avgerðin verður fráboðað skrivliga og við skrivligari grundgeving.

Kæruvegleiðing

Tey, sum fáa avslag, hava møguleika at kæra avgerðina, um tey eru ónøgd og halda avgerðina verða skeiva.

Tað ber til at kæra til aðalráðið, sum varir av stovninum, ella til Føroya Kærustovn. Harumframt ber til at klaga til umboðsmannin ella at leggja málið fyri rættin.

Sambært kap. 7 í fyrisitingarlógini skal almenni arbeiðsgevarin, sum gevur avslag, geva umsøkjarunum eina kæruvegleiðing, ið skal upplýsa um, hvønn umsøkjarin kann venda sær til við málinum, um hann er ónøgdur við avgerðina. Eru tíðarfreistir fyri at kæra ella at stevna, skal arbeiðsgevarin eisini upplýsa um hetta í kæruvegleiðingini.

Skjalainnlit

Hevur umsøkjari fingið avslag og vil hava avgerðina nærri lýsta, kann hann søkja um partsinnlit í setanarmálið. Reglurnar um partsinnlit eru at finna í kap. 4 í fyrisitingarlógini.

Tað eru bert umsøkjarans egnu viðurskifti viðvíkjandi setanini, sum hann hevur partsinnlit í. Skjøl og upplýsingar kunnu verða undantikin frá innliti, men tá skal myndugleikin grundgeva fyri hesum.

Annars eru so at siga ongi formkrøv til innlitsumbønina. Hon kann vera munnlig ella skrivlig. Heldur ikki krevst nøkur grundgeving fyri at søkja.

Er myndugleikin í iva um, hvat ein umsókn snýr seg um, skulu embætisfólkini greiða ivamálið.

Øll, sum søkja størv eru partar í setanarmálinum, og tey kunnu tí søkja um partsinnlit í setanarmálið.