Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Setanin: Saklig heildarmeting

Ein privatur arbeiðsgevari kann í stóran mun seta tey starvsfólk, honum lystir, so leingi hann heldur galdandi lógir. Øðrvísi er hjá tí almenna arbeiðsgevaranum. Hetta, tí at hann sum almennur fyrisitingarmyndugleiki er bundin av fyrisitingarrættinum.

Landið, kommunurnar og kommunalir felagsskapir skulu altíð seta tey, sum út frá eini heildarmeting eru best skikkað til starvið. Haraftrat galda ávís formlig krøv og mannagongdir, tá ið fólk vera sett í starv.

Niðanfyri kanst tú lesa um krøv, sum skulu vera lokin, tá tað almenna setur starvsfólk. Umframt fyrisitingarrættin kanst tú eisini lesa um onnur lógarkrøv, sum skulu lúkast í sambandi við starvssetanir hjá tí almenna.

Fyrisitingarrættur

Umframt at halda galdandi lógir og sáttmálar skal almenni arbeiðsgevarin halda fyrisitingarrættin. Kravið er, at arbeiðsgevari skal seta tann í starv, sum út frá eini fyrisitingarligari heildarmeting er best skikkaður til starvið.

Í heildarmetingini skal dentur leggjast á atlit, sum eru saklig og viðkomandi í mun til starvið. Tað kann t.d. vera útbúgving, próvtøl, arbeiðsroyndir, samstarvsevni og onnur viðurskifti, sum eru nevnd í starvslýsingini. Tey ymsu atlitini skulu vigast hvørt upp móti øðrum, og metast skal um, hvør ið samanumtikið hevur bestu førleikarnar til starvið.

Metingin skal vera ítøkilig. Tí er bannað at seta "meting undir reglu", sum siga. Hetta merkir, at tað er bannað at velja okkurt einstakt atlit burtur úr og lata tað vera altavgerðandi, t.d. útbúgvingarlongd, starvsaldur ella hvar persónurin býr. Tað er ikki loyvt. Øll lóglig og viðkomandi atlit skulu verða tikin við í metingini og vigað. Tað skal gerast ein heildarmeting.

Líkareglan

Tá ið almenni arbeiðsgevarin setir fólk í starv, skal hann halda fyrisitingarligar meginreglur sum t.d. líkaregluna. Tað er skylda at viðgera øll løgfrøðiliga lík føri á sama hátt.

Ger arbeiðsgevarin óviðkomandi mun á fólki og umstøðum, er talan um mismun, og tað er ólógligt.

Tí mugu atlit ikki takast til rasu, kyn, aldur, brek, húðarlit, uppruna ella tílíkt. Á tann hátt stuðlar fyrisitingarliga líkareglan upp undir javnstøðulógina, sum er lóg, ið bannar mismuni millum menn og kvinnur, t.d. í sambandi við starvssetanir.

Forboð fyri valdsreingjan

Kravið um, at almenni arbeiðsgevarin bert má leggja dent á lóglig atlit, er samstundis eitt bann móti tí, sum verður rópt "valdsreingjan".

Tað er tildømis, um kravt verður, at umsøkjarin skal búgva í ella fáa sær bústað í kommununi, har arbeiðsplássið er, fyri at fáa starvið. Á sama hátt kann talan verða um valdsreingjan, um setanarmyndugleikin leggur dent á um starvsfólkið er limur í fakfelag ella ikki, sí nærri niðanfyri.

Skipanarfrælsi

Arbeiðsgevarin má ikki taka við í metingina, um umsøkjarin er limur í fakfelagi ella ikki, ella seta krøv um nakað tílíkt. Arbeiðsgevari má ikki gera avmarkingar, ið hava samband við, um fólk eru limir í fakfelag ella ikki. Tað er teirra fría val, og hetta má arbeiðsgevarin ikki leggja seg út í.

Tað er ólógligt sambært fyrisitingarrættinum (valdsreingjan) og er eisini í stríð við arbeiðsrættarliga skipanarfrælsið.

Sambært § 9, stk. 1 í starvsmannalógini og § 78 í grundlógini hava starvsfólk rætt at skipa seg í felag. Eisini er rætturin at vera í fakfelag og rætturin at standa uttan fyri fakfelag vardur gjøgnum altjóða lóggávu.

Millum annað í rættarvenju sambært grein 11 í mannarættindasáttmálanum, sí Den kollektive arbejdsret, 3. udg., Kristiansen, s. 117 ff.

Javnstøðulóggáva

Setanin má ikki vera í stríð við javnstøðulóggávu. Tað er javnstøðulógina um javnstøðu millum kvinnur og menn og løgtingslógina um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek.

Sum meginregla er eisini ólógligt at útihýsa fólk frá almennum størvum av øðrum grundum, t.d. vegna teirra rasu, húðarlit, átrúnað, trúgv, politisku áskoðan, kynsligu sannføring, aldur ella tjóðskaparliga, sosiala og etniska uppruna.

Tað almenna er bundið av fyrisitingarrættinum, m.a. líkaregluni, sum forðar fyri, at starvsfólk verða útilokað av óviðkomandi og ósakligum grundum.

Føroyar hava onga lóg, sum alment bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, eins og vit kenna frá øðrum londum. Evropeiski mannarættindasáttmálin, sum er samtyktur sum lóg í Føroyum, bannar tó yvirskipað mismuni á breiðum grundalagi, og lógin gevur eisini ávísa verju móti mismuni.

Les meira um mismun undir Forboð fyri mismuni, tá ið størv verða lýst leys.