Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

At seta starvsfólk

Hvat kann arbeiðsgevarin spyrja um, tá ið fólk koma til setanarsamrøðu, og hvørja upplýsingarskyldu hava fólk, tá ið tey søkja eitt starv? Hvat skal arbeiðsgevarin leggja dent á, tá ið hann setir fólk, og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag?

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi og skyldur, tá ið fólk verða sett í starv hjá tí almenna, t.v.s. hjá landi, kommunum, kommunalum felagsskapum og kommunalu dagrøktini.

Ein fyrisitingarlig avgerð

Sum almennir myndugleikar skulu landið, kommunurnar og teir interkommunalu felagsskapirnir IRF og SEV halda fyrisitingarrættin og galdandi lóg, tá ið fólk verða sett í starv.

At seta starvsfólk er ein fyrisitingarlig avgerð, og slíkar avgerðir skulu altíð vera lógligar og sakligar. Eisini eru krøv um hoyring, gegni, grundgeving og kæruvegleiðing, tá ið fólk verða sett í starv.

Reglurnar finna vit m.a. í sáttmálum, fyrisitingarlóg og øðrum lógum, umframt í óskrivaðum reglum í fyrisitingarrættinum og arbeiðsrættinum, ið hava sama rættargildi sum skrivaðar lógir. Harafturat koma reglur um góðan fyrisitingarsið, sum umboðsmaðurin hevur ment, umframt bleytari reglur sum starvsfólkapolitikkur landsins, sum landsstýrið metir vera góðan politikk fyri sína egnu umsiting í starvsfólkamálum.

Starvsfólkapolitikkur landsins bindur ikki kommunurnar beinleiðis. Starvsfelagið metir tó, at hesin politikkur í ávísan mun kann nýtast vegleiðandi fyri kommunurnar og kommunalu felagsskapirnar. Kommunurnar eru eisini ein almennur fyrisitingarmyndugleiki, og galda í stóran mun somu reglur fyri tær sum fyri landsumsitingina.