Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Innihaldið í starvslýsingini

Viðvíkjandi innihaldi í starvslýsingini skal lýsingin hava upplýsingar um hesi viðurskifti:

- Starvsøki
- Setanarmyndugleiki
- Starvsheiti, og hvat ið starvið fevnir um
- Sáttmálin, sum starvið er fevnt av
- Hvør útbúgving krevst
- Lønarflokkur, starvið verður lønt eftir
- Nær starvið verður sett
- Hvussu umfatandi starvið er, fast starv, tíðaravmarkað, parttíð o.t.
- Hvønn starvsumsóknin skal sendast til
- Umsóknarfreist

Krøvini til innihaldið í starvslýsingini eru lutvíst ásett í § 4, stk. 1 og § 3, stk. 1 í sáttmálunum (LEINKJA INN HER) fyri ávikavist landið og kommunurnar og fyri dagrøktararnar. Eisini eru krøvini lutvíst ein fyrisitingarlig meginregla, sum bindur landið og kommunurnar sum almennar myndugleikar.


Umsóknarfreist
Sambært starvsfólkapolitikki landsins skal umsóknarfreistin vera í minsta lagi 14 dagar. Sama regla er sum útgangsstøði galdandi eftir § 5, stk. 4 í tænastumannalógini, og má samanumtikið metast vera ein almenn meginregla fyri setanir hjá bæði landi og kommunum.


Nýggj størv skulu flokkast
Tilskilast skal hvussu størv eru flokkað, tá ið tey vera lýst leys. Tað er ásett í teimum báðum sáttmálunum (LEINKJA INN HER)fyri landið og fyri kommunurnar. Er talan um nýtt starv, sum ikki er flokkað, skulu samráðingar vera millum Starvsmannafelagið og sáttmálapartarnar um flokkingina, áðrenn starvið verður lýst leyst. Ein starvsmetingarnevnd er sett, sum m.a. røkir hesa uppgávuna.