Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Hvat merkir at lýsa alment?

Leys størv skulu sum meginregla lýsast leys alment. Spurningurin er, hvat kann roknast sum at lýsa alment.

Umráðandi er, at starvið verður lýst so væl og á slíkum stað, at tey, sum mest sannlíkt hava áhuga fyri starvinum, síggja starvslýsingina. Lýsast kann í bløðum og á portalum, sum fólk flest lesa. Eisini kann verða lýst á serligum starvsportalum, sum fólk, ið leita eftir starvi, vanliga lesa, t.d. á starv.fo og starvsportal.fo.

Tað er neyvan nakað krav, at ein starvslýsing skal hava verið prentað í einum av bløðunum fyri at vera roknað sum almenn. Tíðin við talgildum miðlum hevur helst gjørt, at tað kann vera nóg mikið at lýsa á talgildum portalum, har starvslýsingar vanliga eru at síggja. Hinvegin er tað ikki nóg mikið, at arbeiðspláss bert lýsa á sínum egnu heimasíðum.

Fólkatingsins Umboðsmaður, álit frá 14. apríl 2010,  umrøður almannakunngerð av starvslýsingum, s. 6-8 og umsóknarfreistir, s. 8-11, sí her

Starvsfelagið heldur, at neyðugt er at í minsta lagi lýsa størv leys á almennu talgildu starvsportalunum, sum t.d. á starv.fo og starvsportal.fo. Harafturat skal arbeiðsgevarin í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um tað eisini er neyðugt at lýsa á annan hátt, t.d. í almennum bløðum, fakbløðum, fakportalum, á heimasíðuni hjá arbeiðsplássinum ella aðrastaðni.

Størv, sum verða lýst alment, skulu samstundis lýsast leys á arbeiðsplássinum. Hetta er ásett í § 4, stk. 1 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar og § 3, stk. 1 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Nøktandi háttur at lýsa í hesum sambandi kann t.d. vera á heimasíðuni hjá stovninum/kommununi, á intraneti ella í einum starvsfólkablaði.