Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Høvuðsreglan: Lýsa alment

Meginreglan er, at leys størv skulu lýsast leys alment. Hetta er ásett í § 4, stk. 1 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar/kommunalar felagsskapir og í § 3, stk. 1 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Starvsfólkapolitikkur landsins sigur, at øll størv skulu lýsast leys alment.

Sum almennir myndugleikar hava landið, kommunurnar og kommunalu felagsskapirnir skyldu at seta tey í starv, sum úr einum heildarsjónarmiði eru best egnað til starvið. Tí skulu størvini lýsast leys alment, so at øll kunnu søkja. Við gjøgnumskygni minkar møguleikin fyri vina- og kenningapolitikki og ósakligum setanum.

Samstundis sum tey verða lýst leys alment skulu størvini verða lýst leys á stovninum um tað er eitt arbeiðpláss undir landinum og í kommununi, um arbeiðsplássið er kommunalt ella ein kommunalur felagsskapur, siga sáttmálarnir.