Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Forboð fyri mismuni

Tá ið størv verða lýst leys, mugu lýsingarnar ikki vera í stríð við javnstøðulóggávuna.

Mismunur vegna kyn

Sambært javnstøðulógini má munur ikki gerast á kvinnum og monnum, tá ið lýst verður eftir starvsfólki.

Sum meginregla er forboð fyri at lýsa eftir fólki, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun. Lýsingarnar skulu hava neutrala orðing.

Mismunur vegna brek

Eisini er beinleiðis lógarásett, at tað er forboðið at gera mismun móti fólki við breki, tá ið størv verða lýst leys, sí løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Lýsingarnar skulu vera neutralt orðaðar viðvíkjandi fólki, ið bera brek.

Nevnast skal, at orðið brek í hesum sambandi er eitt arbeiðsrættarligt hugtak, sum hevur breiðari merking, enn hana, vit vanliga nýta. Hugtakið fevnir um fólk við varandi niðursettum arbeiðsførleika, sum er íkomin av sjúku ella skaða.

Annar mismunur

Sum meginregla er eisini ólógligt at útihýsa fólk frá almennum størvum av øðrum grundum, t.d. vegna teirra rasu, húðarlit, átrúnað, trúgv, politisku áskoðan, kynsligu sannføring, aldur ella tjóðskaparliga, sosiala og etniska uppruna.

Tað almenna er bundið av fyrisitingarrættinum, m.a. líkaregluni. Fyrisitingarrætturin forðar fyri starvslýsingum, sum seta fólk uttanfyri av óviðkomandi og ósakligum grundum.

Føroyar hava onga lóg, sum alment bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, eins og vit kenna frá øðrum londum. Evropeiski mannarættindasáttmálin, sum er samtyktur sum lóg í Føroyum, bannar tó yvirskipað mismuni á breiðum grundalagi, og lógin gevur eisini ávísa verju móti mismuni.