Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Arbeiðsstaðið verður flutt

Viðhvørt verður arbeiðsstaðið hjá starvsfólkum flutt. Tað kann henda, at arbeiðsplássið verður flutt alt sum tað er. Ella at partur av virkseminum, t.d. ein deild, verður flutt. Eisini kann tað henda, at einstøk starvsfólk mugu broyta arbeiðsstað.

Um ein flyting av arbeiðsstaðnum er ein munandi starvsbroyting, sum skal verða fráboðað við uppsagnarfreistini hjá einstaka starvsfólkinum, verður avgjørt í mun til eina heildarmeting. Henda meting er ítøkilig og einsæris. Við tað, at tað er trupult at gera vanligar niðurstøður, verður tú biðin um at venda tær til Starvsfelagið við ivamálum.

Eitt yvirlit yvir dómar, sum hava samband við flytimarkið, finst í Den Danske Arbejdsret, Bind II Ansættelsesretten, Hasselbalch, nota 51, s.1224-1225

Fyritreytirnar fyri setanini

Ein røð av viðurskiftum hevur týdning fyri metingina av, um flytingin av arbeiðstaðnum kann metast sum ein munandi starvsbroyting. Sum tað fyrsta hava fyritreytirnar fyri setanini týdning. Hetta merkir tað, sum upplýst er í starvslýsingini og í setanarskrivinum, og sum annars er avtalað, t.d. í setanarsamrøðuni. Viðkomandi er at kanna eftir, um ávikavist arbeiðsgevarin og starvsfólkið hava sett serligar treytir viðvíkandi starvinum.

Setanarskrivið staðfestir, hvat setanarøkið fevnir um, tað kann t.d. vera ein stovnur ella eitt aðalráð. Upplýst kann vera, at arbeiðsstaðið er eitt ávíst stað ella fleiri ymisk støð. Avtalað er kanska eisini, at starvsfólkið skal vænta, at arbeiðsstaðið kann verða flutt. Kortini er tað ikki ein og hvør vanlig orðing, sum gevur arbeiðsgevaranum rætt at flyta starvsfólk, sum best ber til. Fráboðan arbeiðsgevarans skal vera nágreinilig. Starvsfólkið skal ikki vera í iva um, at arbeiðsstaðið hevur fleiri ymisk arbeiðsstøð, og at starvsfólkið kann vænta at verða flutt.

Emborg og Schaumburg-Müller, s. 380-383 og PAV, Vejledning om ansættelsesretlige spørgsmål ved geografisk flytning af statslige institutioner, Moderniseringsstyrelsen, januar 2018, s. 6 og 7

Møguliga hevur starvsfólkið eisini sjálvt sett treytir við setanina. Dømi um hetta er møguleikin at sleppa avstað at ansa børnunum eftir arbeiðstíð, sum kann vera avgerandi hjá støkum foreldrum, ella um bæði foreldrini arbeiða úti. Fólk skulu hava møguleika at fáa gerandisdagin at hanga saman. Eru serligar treytir lagdar við, sum arbeiðsgevarin hevur góðtikið, skal hetta við í metingina. Tá skal minni til at staðfesta eina munandi broyting.

Funktionærret, Andersen o.fl, s. 255-256 og Emborg og Schaumburgh-Müller, s. 381-382 og dómur í Sø- og Handelsretten frá 19. mai 1981, F 139/80

Munandi broyting í dómsvenju

Um ikki serligar treytir liggja við setanini, sum merkja, at starvsfólkið má tola at verða flutt, skal gerast ein individuell og ítøkilig heildarmeting av málinum, har viðurskifti sum hesi eru partur av metingini:
  • fjarstøða millum bústað og arbeiðsstað
  • flutningstíð og ferðsluviðurskifti
  • flutningskostnaður og flutningstól

Tað ber ikki til at gera eina einfalda tummilsreglu fyri, hvar markið gongur, og hvussu nógv skal til fyri at staðfesta, at ein flyting er ein munandi starvsbroyting. Dómarnir á økinum eru ikki nógvir, og rættarstøðan er merkt av, at málini eru rættiliga ítøkilig, ymisk og merkt av serligum umstøðum. Broyttir ferðamøguleikar og -mynstur í samfelagnum mugu eisini havast í huga.

Dómarnir niðanfyri geva eina ábending, um hvussu nógv skal til, fyri at ein flyting skal metast sum ein munandi starvsbroyting.

Dómarnir umrøddi í Funktionærret, Andersen o.fl, s. 255-256 og Emborg og Schaumburgh-Müller, s. 381

U 1976.920H: Ein flyting úr Gothersgøtu í Keypmannahavn til Ballerup í Keypmannahavn varð mett sum ein munandi broyting. Rætturin legði dent á, at flutningstíðin øktist umleið 1 tíma um dagin og flutningsútreiðslurnar 82 krónur um mánaðin.

U 2001.1578V: Arbeiðsstaðið varð flutt uml. 45 km úr Horsens til Aarhus, og flutningstíðin hjá starvsfólkinum øktist 1-1½ tíma um dagin. Vestari landsrættur metti, at hetta var ein munandi broyting, sum starvsfólkið ikki skuldi tola, og starvsfólkið hevði tískil ikki skyldu at fylgja við til Aarhus.

Møguliga við íblástri frá dómum sum hesum hevur danska fakfelagið Handel og Kontor, HK, stutt eftir aldarskiftið sum vegleiðing sagt, at markið fyri, hvat starvsfólkið skal tola av flyting, er, at koyrilongdin í mesta lagi økist 80 km og ferðatíðin í mesta lagi økist 1-1½ tíma um dagin. Slík ráð mugu takast við stórum fyrivarni, tí broyttir ferðamøguleikar og -mynstur hava ávirkað tolimarkið.

Ein dómur frá Eystara Landsrætti frá 2009 kann benda á, at starvsfólk í dag kanska mugu tola meira, tá ið umræður eyka flutningstíð. Dómur í Eystara Landsrætti frá 22. januar 2009: Trý starvsfólk hjá SKAT vórðu flutt. Flutningstíðin millum heim og arbeiði hjá einum teirra øktist 91 minuttir um dagin. Landsrætturin metti, at hetta var ikki meira enn starvsfólk eiga at tola, og at talan tískil ikki var um eina munandi broyting.

Dómurin umrøddur í Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 382-383. Dómurin varð kærdur til Hægstarætt, sbr. Højesterets dom af 29. apríl 2011 (sag. 105/2009). Niðurstøðan var tann sama, at eingin munandi starvsbroyting var í nøkrum av førunum. Fyritreytirnar at rokna út og aðrar fyritreytir vóru tó øðrvísi í hægstarætti. Frástøða og meirtíð, ið lá til grund fyri dóminum, var minni enn í landsrættinum.

Í hesum málinum var flytingin liður í eini kommunubroyting, og tað er ikki óhugsandi, at tann sannroynd, at talan var um eitt stórt vanligt broytingarátak, hevur havt ávirkan á úrtslitið.

Ein arbeiðsgevari hevur møguleika at taka stig, sum viga upp ímóti vansunum, sum standast av eini flyting, so at broytingin ikki verður ein munandi starvsbroyting kortini. Tað kann vera at veita endurgjald fyri meirútreiðslur av flutningi, lata starvsfólk koyra millum heim og arbeiði í arbeiðstíðini o.a.

U 1981.302H: Arbeiðsstaðið varð flutt, og koyrifrástøðan hjá einum starvsfólki øktist við 35 km hvønn vegin. Hægstirættur metti, at starvsfólkið mátti góðtaka broytingina. Hetta grundgav rætturin við, at arbeiðsgevarin hevði latið starvsfólkinum arbeiðsbil at koyra í millum heim og arbeiðsstað, at starvsfólkið kundi koyra í arbeiðstíðini, at starvsfólkið fyrr hevði brúkt arbeiðsbilin til hetta endamál, at starvsfólkið m.a. var sett sum bilførari, og at skipanin skuldi galda í uppsagnartíðini.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl, s. 256 og Emborg og Schaumburgh-Müller, s. 382

Aðrir dómar í líknandi málum benda tó á, at tað skal rættiliga nógv til, fyri at slík tiltøk kunnu viga upp ímóti eini munandi broyting:

U 1992.937V: Arbeiðstaðið varð flutt einar 40 km. Starvsfólkið varð sagt úr starvi orsaka av sparingum, men skuldi ikki vera leyst av fyritøkuni fyrr enn eftir, at arbeiðsstaðið var flutt. Starvsfólkið fekk í boði at koyra í egnum bili millum heim og arbeiðsstaðið í arbeiðstíðini og skuldi fáa koyriútreiðslurnar endurgoldnar eftir takstunum hjá líkningarráðnum. Sambært setanarsavtaluni hevði starvsfólkið ikki skyldu at hava bil tøkan til arbeiðsbrúk. Eftir at nokta at flyta við fyritøkuni, varð starvsfólkið burturvíst, t.e. sent heim við ongari løn. Hóast arbeiðsgevarin gav nakað afturfyri, metti Vestara Landsrættur kortini, at talan var um eina munandi starvsbroyting, sum starvsfólkið ikki hevði skyldu at góðtaka.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl, s. 256 og Emborg og Schaumburgh-Müller, s. 382

U 2001.1578V: Í hesum málinum, sum eisini er nevnt omanfyri, flutti arbeiðsstaðurin 45 km, og flutningstíðin hjá starvsfólkinum øktist 1-1½ tíma um dagin. Starvsfólkið fekk í boði at koyra í arbeiðsbili millum heim og arbeiðsstað í arbeiðstíðini. Vestari Landsrættur metti, at flytingin var ein munandi starvsbroyting. Rætturin legði dent á, at starvsfólkið var tekniskur assistentur, at koyring ikki var partur av arbeiðinum, og at tað var rættiliga sjáldsamt, at starvsfólkið koyrdi bil í sambandi við arbeiðið. Tískil hevði starvsfólkið ikki skyldu at møta á nýggja arbeiðsstaðnum, sjálvt um arbeiðsplássið bjóðaði ymist fyri at viga upp fyri munandi broytingini.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl, s. 256 og Emborg og Schaumburgh-Müller, s. 382

Hesir dómarnir benda á, at tað ikki er nóg mikið at viga upp fyri munandi broytingini, at fólk sleppa at koyra í arbeiðstíðini. Tað kann eisini hava týdning, um tað er arbeiðsbilur ella privatur bilur, tey skulu koyra í, um tey hava skyldu at hava egnan bil tøkan og eru von at koyra í sambandi við arbeiðið.

Flyting í fráboðanartíðini

Er talan um eina munandi starvsbroyting, men góðtekur starvsfólkið ikki nýggja starvsstaðin, er starvsfólkið at meta sum sagt úr starvi. Í uppsagnartíðini er sum útgangsstøði arbeiðsskylda, men umstøðurnar kunnu gera, at frægast er, at starvsfólkið verður fríttstillað frá tænastu í uppsagnartíðini. Um arbeiðsplássið hevur tørv á tí, kann ynski vera um, at starvsfólkið ger tænastu á nýggja arbeiðsplássinum í uppsagnartíðini. Starvsfelagið metir, at fyri at hettar skal bera til, skal arbeiðsgevarin leggja fult og heilt upp fyri vansunum, sum standast av flytingini. Gevið gætur, at krøvini viðvíkjandi hesum eru, sum nevnt omanfyri, rættiliga strong. Setið tykkum í samband við felagið, um tit ivast.

Smærri broytingar

Um ein flyting av arbeiðsstaðnum er so avmarkað, at hon ikki kann metast sum ein munandi starvsbroyting, hava starvsfólk skyldu at flyta til nýggja arbeiðsstaðin. Starvsfelagið mælir tó til, at eisini smærri flytingar verða fráboðaðar við eini styttri, hóskandi freist, so at starvsfólkini kunnu umstilla seg til broytingina. Um starvsfólk ikki eru áhugað at flyta við í slíkum støðum, hava tey sjálvandi møguleika sjálvi at siga starvið frá sær. Tá er uppsagnarfreistin altíð ein mánaður.

Spyr teg fyri fyrst

Mál um starvsflytingar kunnu vera rættiliga tøknilig og fløkt. Starvsfelagið mælir staðiliga limunum frá at nokta at møta til arbeiðis ella at flyta, áðrenn tey hava ráðført seg við felagið og hava fingið betri innlit í rættarstøðuna. Slíkar avgerðir kunnu fáa álvarsamar starvsligar avleiðingar, í ringasta føri, at starvsfólkið verður burturvíst.