Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønin verður broytt

Høvuðsreglan er, at broytingar merkja at lønin lækkar, eru at rokna sum ein munandi starvsbroyting, uttan so at leiðsla og starvsfólk greitt hava avtalað annað. Tað er ein starvsrættarlig regla ella grundfortreyt, at lønin ikki lækkar. Broytingar, sum hava við sær, at lønin lækkar, skal starvsfólkið ikki góðtaka, uttan so, at broytingin hevur lítlan og ongan týdning.

Um broytingin kemur av, at starvið verður broytt, arbeiðstíðin minkar, ella at sjálv lønin lækkar, hevur ikki týdning fyri metingina. Tað er tann sannroynd, at lønin lækkar, sum er avgerandi.

Den danske arbejdsret, Hasselbalch, s. 1220-1221 og nota 41. Sí eisini Funktionærret: Andersen o.fl., s. 231

Viðbøtur, ískoyti o.a.

Viðvíkjandi føstu lønini ella grundlønini er omanfyri nevnda regla rættuliga greið. Hinvegin kann spurningurin taka seg upp um, hvat í roynd og veru hoyrir til lønina, og hvussu lønarlutir sum t.d. viðbøtur, ískoyti, bonus og starvsfólkaágóðar, skulu viðgerast. Fyri hesa metingina hevur tað týdning, hvussu integreraður og fastur partur tey eru av føstu lønini. 

Broytingar, sum merkja, at inntøkumøguleikarnir verða skerdir, eru ofta at rokna sum munandi starvsbroytingar, ið skulu fráboðast við uppsagnarfreistini.

Starvsfólk verða biðin um at venda sær til Starvsfelagið, um tey eru í iva og hava spurningar um broytingar í lønarviðurskiftum.

Viðv. síðsta reglubroti, sí Funktionerret, Andersen o.fl., s. 231.