Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Arbeiðstíðin verður broytt

Viðhvørt kemur fyri, at arbeiðstíðirnar hjá starvsfólki verða broyttar. Tað kann vera, at arbeiðsgevarin vil hava, at starvsfólk skulu fara upp ella niður í tíð. Ella at arbeiðstíðin skal liggja aðrar tíðir á degnum ella samdøgrinum, enn hon plagar at gera.

Tá skal støða takast til, hvørt broytingin er ein munandi starvsbroyting, sum er størri enn starvsfólkið skal tola, og sum tí skal fráboðast við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum.

Fortreytirnar fyri starvinum

Markið fyri, hvussu nógv starvsfólkið skal tola av broytingum, verður m.a. ásett við støði í ítøkiligu fyritreytunum fyri starvinum, t.v.s. starvslýsingini, setanarskrivinum og møguligum serstøkum avtalum í sambandi við setanina.

Sáttmálarnir og arbeiðsumhvørvislógin áseta yvirskipaðu karmarnar ella mørkini. Sáttmálarnir áseta eina arbeiðsviku við føstum hámarkstímatali. Arbeiðstíðin í vikuni verður løgd til rættis í samráð millum leiðslu og starvsfólk, tó so, at leygardagur er frídagur, har tað ber til. Arbeiðspláss kunnu sostatt hava ymiskar avtalur um, hvussu dagliga arbeiðstíðin skal vera.

Sáttmálarnir fyri starvsfólk hjá landi og kommunum hava ásetingar um vaktararbeiði og eykasamsýning fyri skeivar arbeiðstíðir og um fráboðanarfreistir av slíkum arbeiði. Fólk, sum arbeiða á økjum, har vaktararbeiði er vanligt, mugu tí sum meginregla tola ávísa broyting í arbeiðstíðunum.

Gevið gætur, at sáttmálin fyri dagrøktarar er øðrvísi enn hinir sáttmálarnir viðvíkjandi arbeiðstíð og at leggja arbeiðstíðina til rættis.

Arbeiðsumhvørvislógin hevur eisini avmarkingar. Hon hevur reglur um 11 tíma hvíld um samdøgrið og eina høvuðsreglu um, at arbeiði sunnu- og haldidagar ikki má koma fyri regluliga. Fyri sjófólk, sum hava egna lóggávu, eru eisini serligar avtalur um hvíld.

Tá ið arbeiðstíðin minkar ella økist

Sum útgangsstøði ber ikki til hjá arbeiðsgevara at minka um arbeiðstíðina hjá fólki. Styttri arbeiðstíð merkir vanliga, at lønin minkar. Og ein lønarlækking er vanliga altíð ein munandi starvsbroyting, sum skal verða fráboðað við uppsagnarfreistini.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 383-384 og Den danske arbejdsret, Hasselbalch, Bind II Ansættelsesretten, s. 1220-1221 og nota 42.

Er greið avtala gjørd við starvsbyrjan um, at arbeiðstíðin kann fara at minka, kann støðan møguliga verða øðrvísi. Ofta er avtalað, at arbeiðstíðin t.d. ´fyribils´ skal vera eitt ávíst tímatal. Ein slík orðing hevur tó í sjálvum sær ikki týdning í óavmarkaða tíð. Hevur starvsfólkið í longri tíð arbeitt avtalaða tímatalið, og eru ikki serligar umstøður í málinum, kann arbeiðstíðin ikki uttan nakað verða broytt. Tá skal broytingin fráboðast.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 383

Um arbeiðstíðin økist, hækkar lønin vanliga eisini. At áleggja fólki longri arbeiðstíð er hinvegin eitt inntriv í frítíðina. Tí skal ein hækking í arbeiðstíðini sum útgangsstøði eisini vera fráboðað, um ikki annað er greitt avtalað millum partarnar. Smærri hækkingar í arbeiðstíðini, sum ikki hava stórvegis týdning, kann starvsfólkið tó vera noytt at góðtaka uttan fráboðan við einsæris uppsagnarfreistini. Tað kann t.d. vera at leggja ein tíma ella minni aftrat arbeiðstíðini um vikuna.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 384

Tá ið arbeiðstíðin verður flutt

Arbeiðsgevarin kann sum meginregla ikki bara broyta arbeiðstíðina hjá starvsfólki uttan nakað. Í dómsvenju er staðfest, at sjálvt umleggingar, sum kunnu metast sum lutfalsliga smáar, skulu sum útgangsstøði verða fráboðaðar við einsæris uppsagnarfreistini hjá starvsfólkunum.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 239 vísandi til U 1969.291 H

Í metingini av, hvørt talan er um munandi starvsbroytingar, kunnu viðurskifti sum hesi hava týdning:

  • Fyritreytirnar fyri starvssetanini og tað, partarnir møguliga hava avtalað um skiftandi arbeiðstíðir í sambandi við setanina.
  • Um tað er eitt øki, har fólk vanliga ganga vakt, ella eitt øki, har arbeiðstíðirnar plaga at liggja rættuliga fastar, t.d. fastar skrivstovutíðir.
  • Ásetingar í sáttmála og arbeiðsumhvørvislóg um arbeiðsviku og hvílutíð, sum altíð skulu haldast.

Viðvíkjandi starvsfólkum, sum arbeiða á økjum, har vaktararbeiði er vanligt, liggur tað natúrligt í setanini og sáttmálanum, at tey mugu tola skiftandi arbeiðstíðir. Sambært § 20, stk. 1 og § 23, stk. 1 sáttmálunum fyri starvsfólk hjá ávíkavist landi og kommununum/kommunalum felagsskapum skulu starvsfólkini tó altíð vita, hvussu tey skulu arbeiða, minst 3 vikur frammanundan.

Starvsfelagið heldur, at hava fólk arbeitt somu vaktir í fleiri ár, og verður vaktarmynstrið broytt grundleggjandi, kann hettar vera ein munandi starvsbroyting.

Hjá teimum, sum ikki ganga í vakt, skal dagliga arbeiðstíðin leggjast í samráð millum starvsfólkini og leiðsluna. Sáttmálarnir hava ikki neyvari áseting um hvussu hetta skal gerast ítøkiliga.

Starvsfelagið heldur, at ein meginregla er, at arbeiðslív og arbeiðstíðirnar mugu verða nøkunlunda greið og fastløgd frammaundan. Starvsfólk, sum í fleiri ár hava havt somu arbeiðstíðir og hava innrættað sín gerandisdag eftir hesum, skulu ikki tola, at arbeiðstíðirnar verða broyttar frá degi til dags. Dómsvenjan vísir, at sjálvt smærri broytingar av arbeiðstíðini kunnu vera ein munandi starvsbroyting fyri starvsfólk, sum hava skipað sín gerandidag við flutningi, barnaansing, innkeypi o.ø. eftir avtalaðari arbeiðstíð.

Dómsvenja

Dómur í Sjó- og Handilsrættinum frá 31. januar 2001 (F-0028-99): Starvsfólkið, sum átti trý smá børn, hevði avtalað við leiðaran, at mánadag, týsdag og fríggjadag skuldi hon hava frí kl. 16.30, tí at hon skuldi fara eftir børnunum á dagstovninum. Leiðslan boðaði nú frá, at hereftir skuldi hon møta kl. 17.45. Rætturin staðfesti, at talan var um eina munandi broyting, sum skuldi verið fráboðað við uppsagnarfreistini og ikki bert við 6 viku freistini, sum ásett var í kollektiva sáttmálanum.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen v.fl., s. 238

Broytingar av starvsviðurskiftunum, sum eru so smáar, at tær ikki kunnu roknast sum munandi starvsbroytingar, skulu ikki verða fráboðaðar við uppsagnarfreistini og kunnu sum útgangsstøði setast í verk beinanvegin. Í slíkum førum ber til at boða frá broytingini við eini styttri, hóskandi freist. Hesum er stuðul fyri í dómsvenju:

U 1968.291H: Arbeiðsdagurin á arbeiðsplássinum byrjaði vanliga kl. 7.30. Hettar starvsfólkið hevði tó fingið loyvi frá leiðsluni at byrja kl. 8. Eftir eina umskipan av arbeiðsgongdum boðaði leiðslan frá, at starvsfólkið nú skuldi byrja sum hini. Fráboðanarfreistin var 5 vikur. Rætturin metti, at arbeiðsgevarin, ið hvussu so er við teirri ásettu fráboðanarfreistini, kundi fremja ta ætlaðu ´minni munandi´ umleggingina.

Dómurin umrøddur í Funktionærret, Andersen o.fl., s. 239, ovast

Hevur starvsfólkið havt eina ávísa arbeiðstíð, sum arbeiðsgevarin í roynd og veru hevur góðtikið, kann sjálvt ein minni broyting í arbeiðstíðini ikki setast í verk uttan eina hóskandi freist. Sjálvt um arbeiðstíðin er í stríð við tað, sum upprunaliga var avtalað.

Funktionærret, Andersen o.fl., s. 238

U 1973.135H: Starvsfólk hevði tikið sær frí hvønn hósdag, hóast avtalað var, at tað skuldi vera annan hvønn hósdag. Hægstirættur staðfesti, at skipanin við frí hvønn hósdag hevði verið í nýtslu eina tíð og kundi tí ikki setast til viks uttan við eini hóskandi, styttri fráboðanfreist.

Funktionærret, Andersen o.fl, s. 239-240