Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Týdningurin fyri starvssetanina

Starvsfólk arbeiða ofta sama stað í fleiri ár. Arbeiðsplássið broytist alla tíðina. Ofta henda broytingarnar so líðandi, at vit nóg illa merkja nakað til tað. Viðhvørt eru broytingarnar størri og henda meira brádliga, og starvsfólkið upplivir, at broytingin hevur stóra ávirkan á starvið, sum tað heldur seg hava. Tað er broytingar av hesum slagi - broytingar, sum arbeiðsgevarin tekur stig til, og sum eru varandi og ikki fyribils - sum hesin parturin snýr seg um.

Munandi starvsbroytingar eru markið

Arbeiðsgevarin hevur heimild at leiða og skipa arbeiðið. Leiðslurætturin er eisini rætturin at gera broytingar í arbeiði og arbeiðsgongdum. Tað er tó mark fyri, hvussu stórar broytingar arbeiðsgevarin uttan nakað kann fremja í setanarviðurskiftunum hjá fólki við heimild í leiðslurættinum.

Broytingarnar kunnu vera so stórar ella munandi, at tað er meira, enn starvsfólkið bara skal góðtaka ella tola. Markið er grundarlagið fyri starvinum ella fortreytirnar fyri setanini, sum tað ofta verður rópt.

Arbeiðsgevarin má altíð virða treytirnar, sum starvsfólk eru sett eftir. Ger hann ikki tað, og fremur hann uttan víðari broytingar, sum liggja uttan fyri fortreytirnar fyri starvinum, er hetta at rokna sum mishald av starvsavtaluni. Tá kann starvsfólkið nokta at ganga undir broytingina ella kann enntá ganga frá starvsavtaluni og krevja endurgjald.

Den danske arbejdsret, Hasselbalch, Bind II Ansættelsesretten, s. 1226

Avgerandi í hesum sambandi er, um broytingin kemur undir løgfrøðiliga hugtakið munandi starvsbroyting. Tað er ein broyting, sum verður mett so víðfevnd, at starvsfólkið ikki hevur skyldu at tola hana. Hetta, tí hon fer út um fortreytirnar fyri starvssetanini. Avleiðingin av hesum er, at broytingin verður at meta sum ein uppsøgn av starvsfólkinum.

Munandi broytingar kunnu setast í verk, um tær annars eru lógligar. Kravið er tó, at tær altíð skulu verða fráboðaðar við individuellu uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum. Er broytingin hinvegin av lítlum týdningi, má starvsfólkið lata sær broytingina lynda, og arbeiðsgevarin kann uttan nakað seta broytingina í verk.

Fortreytirnar fyri setanini

Tað er altíð ein ítøkilig meting, hvat kann roknast sum ein munandi starvsbroyting. Tað er eingin lóg um hetta. Mørkini eru ásett í dómsvenju. Í metingini av, hvørt talan er um eina munandi broyting, verður støðið m.a. tikið í hesum:

Setanaravtalan/setanarskrivið: Tað hevur týdning, hvat ið partarnir ítøkiliga hava avtalað um starvið. Avtalað kann vera, at starvsfólkið skal tola broytingar í starvinum, ella at starvsstaðurin er á ávísum staði ella á ymsum støðum. Eisini kann tað hava týdning, um starvsfólkini hava lagt serligar treytir við setanina, t.d. at tey skulu sleppa at heinta børnini beint eftir arbeiðstíð og tí ikki kunnu arbeiða yvir.

Kollektivir sáttmálar: Sáttmálin, sum starvsfólkið arbeiðir undir, kann geva eina ábending um, hvussu stórar broytingar starvsfólkið skal tola. Hevur sáttmálin ásetingar um vaktararbeiði og yvirtíð, gevur tað eina ábending um, at starvsfólk í einum øki við vaktararbeiði mugu tola at arbeiða skeivar og skiftandi arbeiðstíðir, og at tey mugu átaka sær yvirtíðararbeiði viðhvørt. Sáttmálin kann eisini tilskila mørk millum faklært og ófaklært arbeiði. Er starvið t.d. flokkað sum skrivstovustarv ella málsviðgerð, bendir hetta sambært sáttmálanum á, at broytingin kann vera munandi, um høvuðsarbeiðið hjá viðkomandi starvsfólki verður broytt til í høvuðsheitum at gera reint og gera kaffi.

Offentlig Arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 372 ff.

Heildarmeting og generellar broytingar

Nógv viðurskifti kunnu hava týdning, tá ið metast skal um, hvørt ein broyting er at rokna sum ein munandi starvsbroytind. Umframt tað, sum beinleiðis er avtalað um starvsligar broytingar, kann tað hava týdning, hvussu leingi starvsfólkið hevur verið í starvinum, og um starvsfólkið áður hevur verið fyri broytingum á arbeiðsplássinum.

Funktionærret, Andersen o.fl. s. 230

Eisini hevur tað týdning, um talan er um vanligar broytingar á arbeiðsplássinum, ella um meira ítøkiligar broytingar av viðurskiftunum hjá einstøkum starvsfólki ella starvsfólkum. Verjuatlitini viga meira, tá ið broytingar eru vendar móti ávísum starvsfólki.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 379
Funktionærret, Andersen o. fl, s. 224

Nógvar ymiskar broytingar kunnu henda samstundis: Arbeiðsplássið skal t.d. flytast, og samstundis verða arbeiðstíðirnar og arbeiðsuppgávurnar lagdar um. Tá skal gerast ein heildarmeting. Kanska  eru broytingarnar smáar hvør sær, men samanlagt kunnu tær vera størri og meira víðfevndar, enn starvsfólkið skal tola. Sostatt skulu tær verða fráboðaðar við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum, áðrenn tær kunnu setast í verk.

Offentlig arbejdsret, Emborg og Schaumburg-Müller, s. 380

Ymisk sløg av starvsbroytingum

Aðrastaðni í hesum parti kanst tú lesa meira um nøkur sløg av starvsbroytingum, sum mest vanliga koma fyri:

  • broytingar í starvsinnihaldinum
  • broytingar í arbeiðstíðini
  • broytingar í lønini
  • broytingar, tá ið arbeiðsplássið verður flutt