Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Álitisfólkini - medávirkan og kunning

Starvsfólk hava sambært sáttmálunum vunnið sær rættin at vera við í tilgongdini, tá ið leiðslan á einum arbeiðsplássi ætlar at broyta arbeiðsplássið. Starvsfólkini hava rætt til at verða kunnað, hoyrd og tikin við upp á ráð; beinleiðis ella gjøgnum síni valdu álitisumboð.

Samstarvsskyldan

Leiðslan hevur leiðslurættin. Men leiðslan hevur eisini samstarvsskyldu, tá ið broytingar skulu gerast. Hetta eru demokratisk starvsfólkarættindini, sum fakfeløg hava vunnið sær á arbeiðsmarknaðinum gjøgnum fleiri áratíggjur.

Rættindini hjá starvsfólkunum og umboðum teirra, sum vanliga eru álitisfólk og samstarvsnevndir, eru ásett í sáttmálunum. Fyri starvsfólk, ið arbeiða hjá landinum eru tey eisini ásett í reglununum um bygnaðarbroytingar í starvsfólkapolitikki landsins.

Samanumtikið merkja reglurnar, at starvsfólk og álitisfólkaskipanin skulu fáa høvi at taka virknan lut í broytingararbeiðinum, tá ið avgerandi broytingar verða framdar í arbeiðsgongdum ella umsitingini á arbeiðsplássinum.  Hvat ið kemur undir avgerandi broytingar í hesum sambandi verður ikki nevnt. Í starvsfólkapolitikki landsins verður tó sagt, at hetta er, tá ið innihaldið í arbeiðinum broytist ella ávirkast grundleggjandi.

Rættindini hjá álitisfólkunum

Um rættindini hjá álitisfólkunum/starvsfólkaumboðunum, áseta sáttmáli og starvsfólkapolitikkur landins, at tey:

  • skulu takast við í ráðleggingina
  • skulu hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli, eisini ávegis
  • vera við til at fremja broytingarnar

Sáttmálarnir siga, at starvsfólkini skulu hava boð um ætlaðar broytingar í góðari tíð, so at tey fáa høvi at vera við í tilrættisleggingini. Í starvsfólkapolitikki landsins er ásett, at starvsfólkaumboðini skulu hava møguleika at gera tilmæli í málinum, eisini ávegis tilmæli. Hetta skal verða gjørt undir skipaðum kørmum, sum eru avtalaðir frammanundan.

Mannagongdin í málum um starvsbroytingar

Samanumtikið leggja reglurnar sostatt upp til eina skipaða tilgongd og veruliga medávirkan og samstarv. Endaligi avgerðarrætturin er tó hjá leiðsluni. Hon hevur leiðslurættin. Er talan um sáttmálaósemju, hevur leiðslan tulkingarforrætt. Avgerðin stendur við, ið hvussu so er til felagið ella starvsfólkið hevur reist málið, og annað er staðfest í rættarskipanini.

Høvuðsuppgávur hjá álitisfólkinum

Leikluturin hjá álitisfólkunum í málum um broytingar á arbeiðsplássinum kann síggjast í tveimum.

Tryggja medávirkan..

Onnur uppgávan er at tryggja, at starvsfólkini verða vera tikin við í sjálva broytingartilgongdina. Fáa álitisfólk varhugan av, at leiðslan ikki tekur tey við, skulu tey minna leiðsluna á kunningar- og samstarvsskylduna í § 2 í sáttmálanum. Hjálpir hetta ikki, skulu álitisfólkini biðja felagið um hjálp.

Tað hevur stóran týdning, at álitisfólk og samstarvsnevndir verða tikin við upp á ráð. Verða starvsfólkini ikki hoyrd, er vandi fyri skeivum avgerðum. Ella avgerðum, sum ikki halda, tí at tær ikki eru nóg væl kjølfestar í gerandisdegnum og ikki hava undirtøku millum starvsfólkið.

..og hava eftirlit við starvsfólkamálunum

Tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum kann tað ofta fáa ávirkan á setanarviðurskiftini hjá einstøkum starvsfólkum. Hin uppgávan hjá álitisfólkinum er tí at viðvirka til, at starvsfólkamálini, sum spyrjast burturúr, verða væl lýst og rætt handfarin. Fyrst og fremst skulu tey ansa eftir, at  umleggingar, ið broyta starvsviðurskiftini munandi, verða fráboðaðar við eini freist, sum svarar til freistina, um starvsfólkini vórðu uppsøgd.

Hvørt talan er um munandi starvsbroyting, ið skalt verða fráboðað við uppsagnarfreistunum, er ein individuell og ítøkilig meting. Álitisfólkini kunnu tá biðja leiðsluna lýsa starvið, sum starvsfólkini sita í, og lýsa tað broytta starvið. Tá ber til at samanbera og meta um broytingina. Verður lýsingin gjørd rímiliga tíðliga í broytingartilgongdini, fær leiðslan lagt upp fyri møguligum fráboðanarfreistum í góðari tíð í síni tilrættislegging. Og harvið slepst undir trupulleikum seinni. Álitisfólkini kunnu í hesum sambandi vísa á, at sambært § 2, stk. 2 í sáttmálunum hjá teimum, ið starvast hjá landi, kommunum og kommmunalum felagsskapum, hava álitisfólkini rætt til at síggja starvslýsingar fyri viðkomandi stovn, tá ið tey taka lut í eini broytingartilgongd.

Álitisfólk skulu leita sær ráð frá Starvsfelagnum, um tey hava ivaspurningar viðvíkjandi broytingartilgongdini.

Mannagongdin í málum um starvsbroytingar

Samanumtikið eigur mannagongdin í málum viðvíkjandi starvsbroytingum at vera hendan:

  • Leiðsluavgerð: Leiðslan tekur avgerð um umlegging, rationalisering og bygnaðarbroytingar í samráð við álitisfólkaskipanina, tað eru álitisfólkini og samstarvsnevndirnar.
  • Kunning: Starvsfólkini verða kunnað um ætlanina.
  • Hoyring: Starvsfólk, hvørs størv verða broytt munandi og fakfelag teirra fáa ætlanarskriv við 14 daga hoyringarfreist.
  • Avgerð: Leiðslan tekur avgerð í teimum einstøku setanarmálunum.
  • Fráboðan: Broytingin verður fráboðað einstøku starvsfólkunum við individuellu uppsagnarfreistunum, og møguligar uppsagnir verða staðfestar.