Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Ætlanarskriv um broytingar

Koma broytingar á arbeiðsplássinum undir munandi starvsbroytingar, skal starvsfólkið, sum verður ávirkað, hava málið til hoyringar. Tað skal Starvsmannafelagið eisini. Eins og í uppsagnarmálum er hoyringarfreistin 14 dagar.

Ein munandi starvsbroyting skal javnsetast við eina uppsøgn av starvinum frá arbeiðsgevarans síðu við tilboði um nýtt broytt starv. Starvsfólkið hevur tá tvinnar kostir í at velja. Tað kann antin góðtaka broytingina, sum so fær gildi, tá ið individuella uppsagnartíðin er farin. Hinvegin kann starvsfólkið siga nei takk til broytta starvið, og verður tá mett at vera sagt úr starvi, við teirri uppsagnarfreist sum tað hevur vunnið sær.

Tað er einki krav, at orðið "uppsøgn" verður nevnt í ætlanarskrivinum um broytt starv. Tó skal tað ganga fram av skrivinum, at starvsfólkið hevur møguleika at siga nei til broytta starvið, og avleiðingin av hesum er, at starvsfólkið, so er at meta sum uppsagt.

Mannagongdin er sum í uppsagnarmálum. Reglurnar í sáttmála, starvsmannalóg og fyrisitingarrættinum skulu haldast. Myndugleikin skal hava sakligar grundir fyri at fremja sjálva broytingina, og starvsfólkið hevur krav um grundgeving, hoyring og innlit eftir fyrisitingarlógini. Sum nevnt skal Starvsmannafelagið eisini hava málið til hoyringar.