Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tá ið starvið broytist

Kann arbeiðsgevarin broyta starvið hjá tær sum hann vil? Kann hann broyta innihaldið í starvinum, lønina og arbeiðstíðina ella flyta arbeiðsplássið eitt heilt annað stað og krevja at tú bara flytir við? 

Arbeiðsgevarin hevur heimild at leiða og skipa arbeiðið. Tað er leiðslurætturin. Hesin rættur er tó ikki óavmarkaður, tí arbeiðsgevarin má taka atlit til sáttmálan og starvsfólkarættin, tá ið hann gera broytingar á arbeiðsplássinum.

Tveir vinklar: álitisfólkini og tey ítøkiligu starvsfólkamálini

Mál um broytingar á arbeiðsplássinum hava tveir vinklar, sæð frá einum starvsfólkarættarligum sjónarmiði.

Fyri tað fyrsta skulu starvsfólki takast við uppá ráð, tá ið broytingar henda á arbeiðsplássinum. Tað verður gjørt gjøgnum álitisfólkaskipanina á staðnum. Hetta er sáttmálaásetti rætturin til medávirkan og hoyring.

Hin síðan er starvsfólkamálið. Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu hava so stóra ávirkan á einstøku starvfólkini, at tey ikki hava skyldu at tola tær uttan víðari. Hetta er tað vit kalla munandi starvsbroytingar, og sum altíð mugu fráboðast við uppsagnarfreistini hjá starvsfólkinum.

Tað eru hesi viðurskifti, sum verða nærri umrødd í hesum partinum.

Varandi broytingar

Hesin parturin snýr seg um broytingar, sum arbeiðsgevarin tekur stig til og um broytingar, sum eru varandi. Her er also ikki talan um broytingar, sum starvsfólkið sjálvt tekur stig til. Ella broytingar, sum bert vara eina stutta tíð.

Tað er altíð ein ítøkilig meting

Hvørt talan er um munandi broytingar, er ein ítøkilig og individuell meting. Ávís vegleiðing finst í dómsvenju, men støðurnar kunnu vera ógvuliga ymiskar. Áðrenn tú tekur nakra týðandi avgerð í máli um starvsbroytingar, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið um tína støðu.