Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tillagað starv

Starvsfólk við skerdum arbeiðsførleika kunnu fara í tillagað starv. Hettar er eitt starv við eini almennari ískoytisveiting, og ein skipan, sum Almannaverkið umsitur eftir kap. 6 í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Treytin fyri at koma undir tillagað starv er, at møguleiki ikki er at betra um arbeiðsførleikan við arbeiðsbúgving, viðgerð, hjálpartólum og tílíkum.

Mannagongdin er, at starvsfólkið vendir sær til Almannaverkið fyri at vita, um grundarlag er fyri tillagaðum starvi. Er grundarlag, kann starvsfólkið ella Almannaverkið venda sær til arbeiðsplássið ella annan arbeiðsgevara við tilboði um tillagað starv. Ein avtala verður síðan gjørd millum starvsfólkið, arbeiðsgevaran og Almannaverkið um arbeiðsinnihald, arbeiðstíð og serlig atlit og sømdir.

Lønar- og arbeiðstreytir skulu vera sambært kollektivum sáttmála á økinum. Hugsanin er, at eitt tillagað starv skal í mest møguligan mun líkjast einum vanligum starvi, og burtursæð frá íkoytisveitingini skal starvið vera eftir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.