Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkrafráverusamrøður

Við tí endamáli at minka um sjúkrafráveruna og hjálpa sjúkum starvsfólkum aftur til arbeiðis hava arbeiðspláss skipað seg við sjúkrafráverupolitikki, har sjúkrafráverusamrøður, eisini nevndar umsorganarsamrøður, eru eitt av amboðunum

Starvsfólk, sum eru burtur frá arbeiði í longri tíð vegna sjúku, kunnu missa sambandið við arbeiðsplássið. Gongur ov long tíð uttan nakað samband við arbeiðsplássið yvirhøvur, kann tað verður truplari at koma aftur til arbeiðis og vandi er fyri, at sjúkan endar við uppsøgn.

Tað er m.a. fyri at fyribyrgja hesum, at Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um Umsorganarsamrøður. Fleiri størri arbeiðspláss hava eisini sjúkrafráverupolitikk og vegleiðingar um umsorganarsamrøður.

Endamálið við samrøðuni

Ein umsorganarsamrøða er ikki ein starvslig samrøða. Endamálið er ikki at tosa um sjálva sjúkuna, men um hvussu starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis.

Umráðandi er, at starvsfólk vita, hvat endamálið við eini umsorganarsamrøðu er, so at samrøðan ikki elvir til óneyðugan stúran og ótryggleika.

Starvsfólkið hevur eisini møgululeika at hava onkran við sær til samrøðuna, t.d. álitisfólkið.

Vil starvsfólkið sjálvt tosa um sína sjúku, kann tað gera tað. Onkuntíð kann tað vera ein fyrimunur fyri starvsfólkið at tosa opið um støðuna, t.d. í sambandi við strongd, ið er tengd at arbeiðsplássinum.

Tað er umráðandi, at starvsfólkið og arbeiðsplássið eru tilvitað um, at tað kann vera kensluborið fyri tann sjúkrameldaða at vera til umsorganarsamrøðuna. Í samrøðuni skulu arbeiðsgevarin og starvsfólkið finna loysnir saman.

Verður skipað fyri sjúkrafráverusamrøðu, kann samrøðan snúgva seg um t.d. hesi viðurskifti:

Listin er gjørdur við íblástri frá Hvis en medarbejder bliver syg, Guide til arbejdsgivere, Styrelsen for Arbejdsmarked og Rekeruttering, Version 020715, s. 5,  https://star.dk/media/3811/naar-en-medarbejder-melder-sig-syg.pdf. Sí eisini Starvsfólkahandbók, Almannaverkið, s. 32-33 um umsorganarsamrøður, http://starv.info/Wordpress/wp-content/uploads/2018/02/Starvsfolkahandbok_A4_Web.pdf

  • staðfesta um atvoldin til sjúkrafráveruna kann stava frá arbeiðsplássinum
  • hvat arbeiðsplássið kann gera fyri at starvsfólkið kemur skjótari aftur til arbeiðis
  • umrøða hvørjar av vanligu uppgávunum eru torførar í løtuni, og um tað eru aðrar uppgávur, starvsfólkið kann átaka sær
  • hvussu arbeiðsdagurin kundi verið skipaður ta fyrstu tíðina, meðan arbeiðsfólkið enn ikki er komið heilt fyri fyri seg aftur
  • møguleikarnir saman at gera eina ætlan, so at starvsfólkið kann mennast aftur skjótast gjørligt
  • hvussu leingi starvsfólkið væntar, at sjúkrameldingin varir afturat
  • avtala, hvussu sambandið skal vera við arbeiðsplássið í fráverutíðini
  • avtala, hvat arbeiðsplássið skal siga við starvsfelagarnar

Samrøðan kann fyribyrgja uppsøgn

Eitt arbeiðspláss kann verða noytt at siga fólk úr starvi, um sjúkrafráveran gerst drúgvari, enn arbeiðsplássið tolir. Starvsfelagið metir, at áðrenn tað kemur so vítt hevur eitt alment arbeiðspláss skyldu at kanna, um tað ikki finnast aðrar og minni víðgongdar loysnir enn uppsøgn.

Starvsfelagið metir, at hetta inniber, at arbeiðsplássið m.a. skal kanna eftir

  • um møguleiki er fyri at starvsfólkið kann koma aftur í niðursetta tíð (t.d. fyrstu tíðina)
  • átaka sær aðrar uppgávur, t.d. við eini umrokering á arbeiðsplássinum
  • um møguleiki er fyri, at starvsfólkið kann fara í tillagað starv á arbeiðsplássinum, sum er ein almenn skipan undir Almannaverkinum

Í sjúkrafráverusamrøðuni kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk avtala hvørjir møguleikar ið eiga at verða royndir fyri, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis og harvið varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin.

Er talan um drúgva sjúkrafráveru, er helst neyðugt at hava meiri enn eina umsorganarsamrøðu. Partarnir skulu gera greiðar avtalur um tilgongdina, og samrøðurnar skulu avtalast í góðari tíð.

Við langtíðar sjúku mælir Arbeiðs- og Brunaeftirlitið til, at umsorganarsamrøða verður hildin í seinasta lagi 4 vikur eftir fyrsta sjúkradag.