Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkradagpeningur

Eru starvsfólk sjúk, tá ið tey fara úr starvi, kunnu tey hava tey rætt til sjúkradagpening. Dagpengaskeiðið byrjar tó ikki fyrr enn uppsagnartíðin er farin.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava rætt til løn undir sjúku. Tað hava tey eftir sáttmálanum. Meðan tey fáa løn eftir sáttmálanum, hava tey ikki samstundis rætt til sjúkradagpening, sum er ein almenn skipan undir Almannaverkinum.

Nær er dagpeningaskipanin viðkomandi?

Starvsfólk, sum verða uppsøgd vegna sjúku í sáttmálaøkinum hava øll rætt til vanliga løn í uppsagnartíðini. Er tey framvegis sjúk, tá ið uppsagnartíðin er av, fara tey yvir í skipanina við dagpeningi. Í hesum føri fær starvsfólkið dagpening eftir § 2, stk. 4 í dagpeningalógini.

Dagpeningatíðarskeiðið kann vera í mesta lagi 52 vikur í einum 18 mánaða tíðarskeiði. Tíðarskeiðið verður roknað frá 1. fráverudegi og tíðin, starvsfólkið hevur fingið løn undir sjúku eftir sáttmálanum skal dragast frá. Á tann hátt kann tíðarskeiðið undir dagpeningaskipanini vera styttri enn 52 vikur.

Dagpeningalógin § 12, stk. 2.

Í serligum førum, t.d. tá talan er um arbeiðsskaða, kann dagpeningur tó verða veittur í eitt longri tíðarskeið, upp í 2 ár. Arbeiðsskaði skal fráboðast Føroya Vanlukkutryggingarráði og verða viðgjørdur eftir Arbeiðsskaðatryggingarlógini.

§ 12 , stk. 3 í Dagpeningalógini.

Dagpeningur og ólønt farloyvi

Fólk, sum gerast langtíðarsjúk og sum hava rætt til løn undir sjúku eftir sáttmálanum, kunnu ikki taka sær ólønt farloyvi frá arbeiðsplássinum við tí fyri eyga at fáa sjúkradagpening í staðin. Tað hevur kærunevndin í Almanna- og Heilsumálum staðfest.

Avgerðin verður grundað við, at kærarin vísandi til § 2, stk. 3 í dagpeningalógini ikki kundi fáa dagpening, tí hann hevði rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevara sínum. Kærarin kundi ikki vinna sær rætt til dagpening við at frásiga sær rættin til løn undir sjúku.

Í sjálvum sær er einki til hindurs fyri, at sjúk starvsfólk kunnu fáa ólønt farloyvi. Eru tey í sáttmálaøkinum hjá Starvsfelagnum kunnu tey tó ikki dúva uppá sjúkradagpeningaskipanina í staðin, so leingi tey hava rætt til løn undir sjúku.

Sí t.d. mál nr. 15/00267, 27. jan. 2016, mál frá 01.09.2004 (04-01-153-13) og mál frá 11. 11.2003 (03-01-153-2). Leita í avgerðarsavninum hjá Føroya Kærustovni, fsk.fo/avgerdarsavn/

Er starvsfólk partvíst óarbeiðsført, ber til at fáa eina lægri dagpeningaveiting.

Kunngerð nr. 9 frá 4. februar 2005 um skerdan dagpening vegna partvíst óarbeiðsføri við heimild í Dagpeningalógini § 2, stk. 2.

Gevið gætur, at serligar læknaváttanir eru fyri fólk, sum koma undir sjúkradagpeningalógina.

Rætturin til útgjald steðgar, so skjótt móttakari aftur er arbeiðsførur, sama um viðkomandi fer aftur í vinnu ella ikki.

§ 12, stk. 1 í dagpeningalógini.