Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Óarbeiðsføri er eitt krav

Sjúka er lógligt forfall og starvsfólk, sum verða sjúk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava rætt til løn undir sjúku. Kravið er, at starvsfólkið er óarbeiðsført av sjúkuni. Hetta merkir, at sjúkan ger, at starvsfólkið fær ikki gjørt sítt arbeiði á nøktandi hátt.

Sjúkan kann hava nakað við fysisku støðuna hjá starvsfólkinum at gera, t.d. beinbrot ella blóðtøppur. Sjúkan kann eisini vera sinnislig ella sálarlig, t.d. strongd ella depressión.

Hvat ið kann roknast sum sjúka, og nær starvsfólk eru óarbeiðsfør av sjúkuni, er í síðsta enda ein læknalig meting. Mælt verður til at ráðføra seg við Starvsfelagið, við tað at støðurnar kunnu vera ymiskar.

Nøkur serlig dømi

Er talan um kosmetiska viðgerð, sum ikki er gjørd eftir læknaráðum, men eftir egnum ynski, er útgangsstøðið, at hetta ikki gevur rætt til løn undir fráveruni. Dømi er tó um, at fólk í sambandi við kosmetiska viðgerð kunnu hava rætt til løn undir sjúku kortini.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 393-394 og 426.

Viðgerð fyri barnloysi kann koma undir lógligt sjúkraforfall.

Funktionerret, Andersen o.fl., 2011, s. 394
Viðm.: Smbr. praksis hjá Føroya Kærustovni fellur fertilitetsviðgerð (hormonviðgerð) sum so uttanfyri hugtakið sjúkraviðgerð eftir dagpengalógini, sí kæruavgerð frá 25. mar 2009 (08-01-153-64) og kæruavgerð frá 16. feb 2011 (10/00257). Í einum eldri máli kom fráveran vegna viðgerð (her nevnd ísáðing) tó undir lógina, orsaka av, at sjúkrameldingin hevði til endamáls at fyribyrgja strongd (sum verður roknað sum sjúka), sí kæruavgerð frá 18. apr. 2007 (07-01-153-46). Leita á heimasíðuni hjá Føroya Kærustovni, fsk.fo, undir frítekst, ávikavist "fertilitet" og síðstnevnda "ísáðing".

Av tí at metingingin í omanfyrinevndu dømum er rættuliga ítøkilig, verða tit biðin um at ráðføra tykkum nærri við Starvsfelagið um viðurskiftini.

Fer starvsfólkið eftir avtalu við arbeiðsgevara í viðgerð fyri rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtslu kemur hetta vanliga undir lógliga sjúkrafráveru. Kannið eftir, um arbeiðsplássið hevur starvsfólkapolitikk ella reglur um hetta.

Talan kann vera um skaða ella sjúku, sum er hend ella íkomin á arbeiðsplássinum ella uttan fyri arbeiðsplássið. Hvar sjúkan er íkomin, hevur sum útgangsstøði ikki týdning.

Eisini avleidd sjúka

Rætturin til løn undir sjúku eftir starvsmannalógini og sáttmálunum snýr seg sum sagt um sjúkuna hjá starvsfólkinum sjálvum. Tó kunnu sjúka ella heilsuliga støðan hjá teimum nærmastu avvarðandi ella skelkandi hendingar í privatlívinum ávirka starvsfólkið so mikið nógv, at starvsfólkið sjálvt kann gerast óarbeiðsført av hesi grund.

Funktionerret, Andersen o.fl. og Østre Landsrets dom af 20. juni 2003 (B-1783-02), s. 395.

Lutvíst óarbeiðsføri

Starvsfólk kunnu vera lutvíst óarbeiðsfør. Tá hava tey skyldu at møta til arbeiðis í tann mun, tey eru arbeiðsfør, so leingi tað ikki seinkar lekingina. Møguleiki er fyri, at starvsfólk kunnu fáa læknaváttan um at tey eru sjúkrameldað ein part av arbeiðstíðini.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 396.

Grovt ósketni

Er óarbeiðsførið íkomið við vilja ella av grovum ósketni, er fráveran ikki lóglig, og gevur ikki rætt til løn undir sjúku. Tað gongur fram av § 5, stk. 1 í starvsmannalógini og av sáttmálunum, ávíkavist § 7, stk. 1 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar og § 5, stk. 1 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar.

Í slíkum førum kann arbeiðsgevarin draga starvsfólkið í løn fyri tíðina, starvsfólkið hevur verið burtur frá arbeiði. Harumframt kann óheimilaða fráveran hava við sær starvsrættarligar avleiðingar. Er talan til dømis um fráveru vegna rúsdrekkamisnýtslu, bardaga ella annan harðskap, skal ein ítøkilig meting gerast um grovleikan og ósketnið hjá viðkomandi.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 425.

Umsøkjarar til størv hava skyldu at upplýsa um sjúku, sum umsøkjarin veit kann elva til óarbeiðsføri í starvinum. Hevur starvsfólkið dult slíka sjúkuna við starvssetan, er talan um svik ella tilætlað dulsmál. Lesið meira um loyalu upplýsingarskylduna hjá umsøkjarum undir partinum Tá ið starvið byrjar

§ 5, stk. 1 í Starvsmannalógini og § 7, stk. 1 í sáttmálunum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og § 5, stk. 1 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar