Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Læknaváttanin

Arbeiðsgevarin kann krevja læknaváttan frá starvsfólkinum. Hettar er ásett í sáttmálunum, ávikavist § 7, stk. 2 í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar og § 5, stk. 2 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Arbeiðsgevari rindar altíð fyri læknaváttanir, sum hann biður starvsfólkið um. Biður arbeiðsgevarin ikki um læknaváttan, nýtist starvsfólkinum ikki at gera nakað við málið. Starvsfólkið skal ikki koma við læknaváttan av sínum eintingum.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 406 ff. Og vegleiðing um løn undir sjúku hjá Fíggjarmálaráðnum, pkt. 3.5.

Gevið gætur, at tað finnast ymisk sløg av læknaváttanum. Fyri tey, sum hava rætt til løn undir sjúku eftir sáttmálunum, er eitt slag av læknaváttan. Fyri tey, sum skulu hava dagpengar eftir lógini um sjúkradagpening ella í sambandi við skaða finnast serligar læknaváttanir.

Viðvíkjandi læknaváttanum eru ymisk krøv, alt eftir, um talan er um styttri ella longri sjúkrafráveru.

Styttri sjúkralega

Sambært sáttmálunum kann arbeiðsgevarin krevja læknaváttan fyri sjúkrafráveruna. Sáttmálin sigur einki um nær ella hvussu tíðiliga hettar kann vera gjørt. Tað valdast umstøðurnar.

Vegleiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum um løn undir sjúku hevur nakrar meginreglur, sum kunnu nýtast leiðbeinandi viðvíkjandi styttri sjúkralegu. Lesið meira um hettar undir 3.4 í vegleiðingini.

Er talan um styttri sjúkralegu er frágreiðingin hjá starvsfólkinum vanliga nóg mikið. Óneyðugt er við læknaváttan. Í serligum førum, t.d. tá mistanki er um svik, kann læknaváttan tó vera kravd. Kemur starvsfólkið við eini læknaváttan av sínum eintingum, ber starvsfólkið sjálvt útreiðslurnar at útvega váttanina.

Í serligum førum, eittnú tá ið illgruni er um svik, kann arbeiðsgevarin krevja læknaváttan eisini fyri styttri sjúkralegu. Starvsfólkið skal hava rímiligt skotbrá at útvega læknaváttanina.

Noktar starvsfólkið uttan rímiliga grund at útvega læknaváttan, kann tað fáa starvsrættarligar fylgjur. Tað er galdandi, tá ið arbeiðsgevarin annars hevur sakliga grund at krevja læknaváttan og hevur givið starvsfólkinum rímiliga freist at útvega váttanina.

Longri sjúkralega

Er sjúkralegan longri enn 14 dagar, kann arbeiðsgevari krevja læknaváttan, sum sigur, hvussu leingi sjúkan væntandi fer at vara. Hetta er ásett í § 5, stk. 4 í starvsmannalógini og í sáttmálunum, ávíkavist § 7, stk. 2, 2. pkt. í sáttmálunum fyri landið og kommunurnar og § 5, stk. 2, 2. pkt. í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Arbeiðsgevarin rindar fyri váttanina.

Sambært starvsmannalógini avger arbeiðsgevarin, um læknaváttanin skal útvegast frá kommunulæknanum ella frá serlækna. Starvsfólkið velur tó sjálvt serlæknan.

Starvsfólkið skal hava rímiliga freist at útvega læknaváttanina. Freistin kann vera innan eina viku, men longri um hon skal vera frá serlækna.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 419 ff. og Vegleiðing um løn undir sjúku, Fíggjarmálaráðið, 3.5.

Ber ikki til at útvega serlæknaváttina til ásetta tíð, skal arbeiðsfólkið kunna arbeiðsgevaran um støðuna og siga nær serlæknaváttanin væntandi kann útvegast. Tað er avgerandi at boða arbeiðsgevaranum frá, um serlæknaváttanin ikki fæst rættstundis.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 419.

Starvsfólkið hevur skyldu at útvega læknaváttanina. Noktar starvsfólkið uttan sakliga grund og hevur fingið rímiliga freist, kann tað fáa starvsrættarligar fylgjur. Setir arbeiðsgevarin onga freist fyri nær hann skal hava læknaváttanina, kann arbeiðsgevarin ikki siga starvsfólkinum upp uttan ávaring ella rykkjara.

Funktionerret, Andersen o.fl., s. 420-421.

Hvat skal standa í læknaváttanini?

Læknaváttanin skal upplýsa arbeiðsgevar um,

  • at starvsfólkið er óarbeiðsført vegna sjúku, og
  • hvussu drúgv sjúkan, eftir læknans meting, fer at vera

Hinvegin skal læknaváttanin ikki upplýsa, hvørja sjúku starvsfólkið hevur. Tað hevur arbeiðsgevarin ikki krav at fáa at vita.

Funktionerret, Andersen o.fl, s. 416.

Læknaváttanin er ikki nakað endalig skjalprógv. Tað merkir, at arbeiðsgevari ikki kann rokna eitt starvsfólk, sum framvegis er sjúkt, sum frískt, bara tí, at sjúkrafráveruskeiðið í eini læknaváttan, er runnið.

Vegleiðing um løn undir sjúku, Fíggjarmálaráðið, 3.5.