Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Støðan undir sjúkraleguni

Starvsfólk hava skyldu at virka fyri, at sjúkralegan verður so stutt sum tilber.

Undir sjúkraleguni kann arbeiðsgevarin ikki krevja, at starvsfólkið skal vera til taks hjá arbeiðsgevaranum. Tað er heldur eingin skylda at tann sjúki skal vera heima á sínum vanliga bústaði undir sjúkraleguni.

Er sjúkan av sinniligum ella sálarligum slagi, kann tað kanska vera ein fyrimunur fyri endurmenningina, at starvsfólkið einki samband hevur við arbeiðsplássið og t.d. sleppur undan at tosa við arbeiðsgevaran. Í tann mun starvsfólkið kann hjálpa við upplýsingum í átrokandi málum á arbeiðsplássinum, skal starvsfólkið tó kunna vera til hjálpar.

Starvsfólkið skal eisini lata arbeiðsplássið vita, hvussu samband fæst við tað undir sjúkraleguni. Er tað ikki at hitta á vanliga nummarinum ella heima, skal starvsfólkið lata arbeiðsgevarin vita hettar.

Sinnisligar/sálarligar sjúkur

At liggja í songini dagin langan nýtist ikki at vera besti lekidómur. Tað valdast sjúkuna. Er sjúkan av sinniligum ella sálarligum slagi, kunnu frægastu ráðini kanska vera at vera uppi og uttandura. Halda seg burtur frá dagliga meldrinum. Gera okkurt annað, sum t.d. fara á fjall ella fletta.

Møguliga kunnu ráðini verða at fara á rekreatiónsferð. Skal starvsfólkið burtur í fleiri dagar ella longri tíð í rekreatiónsørindum í sjúkrafráveruskeiðnum, krevst tó, at ferðin verður gjørd í samráð við, ella tilmæli frá, lækna. Starvsfólkið skal útvega sær neyðuga váttan frá læknanum fyri hesum, og Starvsfelagið mælir starvsfólki til at kunna arbeiðsgevaran um hetta. So hava tey bundið um heilan fingur.

Fara starvsfólk á rekreatiónsferð, mælir Starvsfelagið frá, at tey umrøða hesar ferðir alment, t.d. á sosialu miðlunum. Takið atlit til starvsfelagar, sum ikki kenna umstøðurnar og kunnu misskilja støðuna. Sum vit plaga at siga: Tað er ok at rekreera, men óneyðugt at provokera.

Ráðføri tykkum við felagið fyrst, áðrenn til fara til rekreatión.

Frávera krevur óarbeiðsføri

Starvsfólk mugu vanda sær um atburðin undir sjúkraleguni. Tey mugu ansa eftir at koma sær út í støður, har ivi kann verða sáddur um, hvørt tey í roynd og veru eru óarbeiðsfør.

Hetta kann t.d. henda, um tey átaka sær veruligar arbeiðsuppgávur, sum líkjast arbeiðnum, tey plaga at gera á arbeiðsplássinum. Tað kann eisini vera starvsfólk, sum síggjast sparka bólt ella gera annað likamliga krevjandi, tá ið tey eru sjúkrameldað fyri krím ella ringan rygg.

Slíkt kann geva illgruna um svik, og gevur arbeiðsgevaranum rætt at kanna viðurskiftini nærri. Vísir tað seg, at sjúkraskrivað starvsfólk í veruleikanum eru arbeiðsfør, kann fráveran hava starvsrættarligar avleiðingar fyri tey.

Ráðførið tykkum

Sjúka valdast, og tær ítøkiligu umstøðurnar undir sjúkraleguni kunnu vera ógvuliga ymiskar. Tosið tí altíð við læknan um hvat, ið er best fyri at endurvinna heilsuna og gera sjúkraleguna so stutta sum tilber. Ráðførið tykkum eisini við felagið, um ivamálini, sum kunnu vera undir sjúkraleguni.

Minnist altíð til, at starvsfólkið hevur skyldu at virka fyri, at sjúkrafráveran verður so stutt sum tilber. Tey mugu ikki undir sjúku bera seg at, so at tey gera sjúkuna verri og leingja um fráveruna.