Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkrafráverusamrøður

Starvsfólk, sum eru burtur frá arbeiði í longri tíð vegna sjúku, kunnu missa samband við arbeiðsplássið. Gongur long tíð uttan nakað samband við arbeiðsplássið yvirhøvur, kann tað verður truplari at koma aftur til arbeiðis.

Er als einki samband millum starvsfólk og arbeiðspláss í fleiri mánaðir, er eisini vandi fyri, at sjúkrafráveran kann enda við uppsøgn. Hetta hendir tíverri viðhvørt, uttan at møguleikarnir fyri, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis, hava verið umrøddir og viðgjørdir yvirhøvur.

Í Føroyum eru ongan almennar reglur ella leiðbeiningar um hvussu mannagongdin skal vera, tá ið starvsfólk verða sjúkrameldað í longri tíð. Fleiri almennir stovnar hava tó egnan sjúkrafráverupolitikk, sum hevur til endamáls, at stytta um sjúkraleguna og hjálpa starvsfólki at koma aftur til arbeiðis. Sjúkrafráverusamrøður - ella umsorganarsamrøður, sum tað ofta verður rópt - er vanligur ein partur av slíkum sjúrkafráverupolitikki.

Innihaldið í sjúkrafráverusamrøðuni

Endamálið við hesum samrøðum er ikki at tosa um sjálva sjúkuna, men um møguleikan fyri, at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis. Vil starvsfólkið sjálvt tosa um orsøkina til sjúkuna, er støðan ein onnur, og onkuntíð kann tað vera ein fyrimunur fyri starvsfólkið at tosa opið um støðuna.

Tað er umráðandi, at starvsfólkið og arbeiðsplássið eru tilvitað um, at tað kann vera kensluborið fyri tann sjúkrameldaða at vera til umsorganarsamrøðu. Í samrøðuni skulu arbeiðsgevarin og starvsfólkið finna loysnir saman.

Verður skipað fyri sjúkrafráverusamrøðu, kann samrøðan snúgva seg um t.d. hesi viðurskifti:

  • staðfesta um atvoldin til sjúkrafráveruna kann stava frá arbeiðsplássinum
  • hvat arbeiðsplássið kann gera fyri at starvsfólkið kemur skjótari aftur til arbeiðis
  • umrøða hvørjar av vanligu uppgávunum eru torførar í løtuni, og um tað eru aðrar uppgávur, starvsfólkið kann átaka sær
  • hvussu arbeiðsdagurin kundi verið skipaður ta fyrstu tíðina, meðan arbeiðsfólkið enn ikki er komið heilt fyri fyri seg aftur
  • møguleikarnir saman at gera eina ætlan, so at starvsfólkið kann mennast aftur skjótast gjørligt
  • hvussu leingi starvsfólkið væntar, at sjúkrameldingin varir afturat
  • avtala, hvussu sambandið skal vera við arbeiðsplássið í fráverutíðini
  • avtala, hvat arbeiðsplássið skal siga við starvsfelagarnar

Eitt arbeiðspláss kann verða noytt at siga fólk úr starvi, um sjúkrafráveran gerst drúgvari, enn arbeiðsplássið tolir. Áðrenn tað kemur so langt hevur eitt alment arbeiðspláss tó skyldu at kanna, um tað ikki finnast aðrar og minni víðgongdar loysnir enn uppsøgn. Hetta er ein fylgja av teirri sonevndu fyrisitingarligu markregluni, sum merkir, at ein almennur myndugleiki ongantíð má taka ógvusligari stig enn neyðugt, tá ið avgerðir skulu takast t.d. í starvsfólkamálum.

Starvsmannafelagið metir, at hetta inniber, at arbeiðsplássið m.a. skal kanna eftir

  • um møguleiki er fyri at starvsfólkið kann koma aftur í niðursetta tíð (t.d. fyrstu tíðina)
  • átaka sær aðrar uppgávur, t.d. við eini umrokering á arbeiðsplássinum
  • um møguleiki er fyri, at starvsfólkið kann fara í tillagað starv á arbeiðsplássinum, sum er ein almenn skipan undir Almannaverkinum

Í sjúkrafráverusamrøðuni kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk avtala hvørjir møguleikar, eiga at verða royndir, fyri at starvsfólkið kann koma aftur til arbeiðis og harvið varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin.

Verður samrøða hildin, hevur tað týdning, at arbeiðsgevarin staðfestir, at talan er ikki um eina tænastuliga samrøðu. Endamálið er at hava umsorgan fyri starvsfólkinum. Starvsmannafelagið mælir til, at starvsfólkið fær møguleika at hava álitisfólkið við sær til umsorganarsamrøðuna.

Er talan um drúgva sjúkrafráveru, er helst neyðugt at hava meiri enn eina umsorganarsamrøðu. Partarnir skulu gera greiðar avtalur um tilgongdina, og samrøðurnar skulu avtalast í góðari tíð.