Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Kollektiv sjúkratrygging

Starvsfelagið hevur eina kollektiva trygging fyri limirnar, sum verður rópt Samlagstryggingin. Talan er um trygging, ið gevur fulnað í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur. Harafturat er tað ein lívstrygging.

Tryggingin gevur m.a. rætt til endurgjald,

  • tá ið limurin verður raktur av ávísum hættisligum sjúkum og
  • tá ið børn hjá limi verða rakt av ávísum hættisligum sjúkum

Tryggingin gevur endurgjald fyri ávísar hættisligar sjúkur, sum eru nevndar á einum lista. Les um, hvørjar hættisligar sjúkur eru fevndar av Samlagstryggingini og um tryggingartreytirnar á heimasíðuni hjá tryggingarfelagnum LÍV og heimasíðuni hjá Starvsfelagnum.

Tryggingarupphæddin er 150.000 krónur. Upphæddin er skattafrí og verður goldin í einum, so skjótt sjúkan verður staðfest.

Umsókn um tryggingarendurgjald skal sendast tryggingarfelagnum LÍV. Fyrningarfreistin at søkja um endurgjald er 2 kalendaraár, eftir at sjúkan er staðfest. 

Nevnast skal, at Samlagstryggingin hjá felagnum gevur eisini rætt til endurgjald, um limurin doyr. Ella um makin, sum í hesum sambandi merkir hjúnarfelagin ella samlivi, doyr.

Limir verða bidnir um at venda sær til LÍV ella Starvsfelagið um nærri ráðgeving viðvíkjandi tryggingum. Har ella á heimasíðuni hjá LÍV ber eisini til at fáa viðkomandi oyðibløð.